»Mr. James« lumpaði elituna í Norðurkorea

– Eg visti sjálvandi væl, at tað vit gjørdu var vilt, sigur danin Jim Latrache-Qvortrup, sum undir navninum »Mr. James« fór undercover í heimsins strangasta og mest afturlatna landi. Nú hevur hann verið í Føroyum við konuni í nakrar dagar og tikið sær av løttum

Hann er fyrrverandi brotsmaður og soldátur. Hevur selt kokain til fína borgarskapin í Danmark og hevur sitið handan rimarnar í átta ár. Åhja.... og so hevur hann eisini risikerað sítt lív við at njósnast í Norðurkorea.

 

Maðurin eitur Jim Latrache-Qvortrup. Kanska betur kendur sum »Mr. James«, sum var dulnevni hansara, tá hann lumpaði norðurkoreansku elituna saman við donsku moldvørpuni Ulrich Larsen. Teir báðir hava undir leiðslu av journalistinum Mads Brügger avdúkað mutur og ólógligt virksemi hjá høgtstandandi persónum undir norðurkoreanska stýrinum. Jim Latrache-Qvortrup hevði týdningarmikla leiklutin sum karismatiski oljumilliarderurin Mr. James, sum var til reiðar at samstarva við norðurkoreanar um bæði vápn og rúsevni.

 

Vart tú ikki bangin?

 

– Altso eg helt bara, at tað var stuttligt, sigur Jim.

 

– Men altso, eg visti sjálvandi væl, at tað vit gjørdu, var vilt. Tað visti eg.

 

Jim hevur fyri kortum vitjað í Føroyum saman við konu síni Nicoline. Tey hava hildið koparbrúdleyp her. Í Sosialinum er prát við tey bæði um, hvussu tíðin áðrenn, meðan og eftir Mulvarpen-sendingina hevur verið. Les longu samrøðuna við tey har.