- Tað er umráðandi, at ung bjóða seg fram til val, so at vit kunnu seta sjóneykuna á støðuna hjá ungum í Føroyum, sigur Tráin Petursson Nónklett.
Tað gekk óalmindeliga væl hjá 21 ára gamla Tráin Petursson Nónklett á Tjóðveldislistanum, tá ið avtornaði týskvøldið. Hann varð nummar seks á listanum hjá Tjóðveldi við heili 297 atkvøðum.
- Eg eri ótrúliga stoltur av undirtøkuni eg fekk. Í gjøgnum valstríðið føldi eg, at tað gekk væl, men at undirtøkan fór at blíva so stór væntaði eg ikki, sigur Tráin við in.fo í dag.
Hann sigur, at hetta valið prógvar, at ung skulu takast í álvara.
- Eg havi ikki tikið nakrað avgerð enn, men tað kann væl vera, at eg stilli upp til næsta løgtingsval. Haldi at hetta valið vísur, at tað er undirtøka fyri mínum boðskapi um at skapa eitt javnari samfelag, fáa ein grønari umhvørvispolitikk og at raðfesta ungdómin. Hetta valið prógvar eisini, at ung skulu takast í álvara, t.d. eru ung umboð vald í Klaksvíkar og Sjóvar kommunu, sigur Tráin Petursson Nónklett.
Tey ungu hava týdning, tá ið umræðir demokratiska umboðan.
- Tað er umráðandi, at ung bjóða seg fram, tí at tað setur sjóneykuna á støðuna hjá ungum í Føroyum. Vit mugu fáa ung at trívast í Føroyum, um vit skulu broyta skeiklaðu fólkasamansetingina – og tað skulu vit. Ung kenna til veruliga tørvin hjá ungum, og tí er bæði umráðandi og neyðugt at ung bjóða seg fram, sigur hann og heldur fram.
- Fyrst og fremst kunnu vit ungu betri seta okkum inní støðuna hjá ungum, enn hvat eldri politikarar kunnu. Vit vita, at har er tørvur á at raðfesta lestrar- og íbúðarmøguleikar, og eg síggi eisini, at nógv ung ganga høgt uppí at vit fáa ein grønari umhvørvispolitikk. Nakað annað er, at vit ungu duga betri at brúka teir sosialu miðlarnar enn tey, sum eru nakað eldri, umframt at tað kanska er møguleiki hjá ungum at føra sindur øðrvísi kampanjur, sigur Tráin Petursson Nónklett, sum einans fekk 35 atkvøður færri enn nývaldi borgarstjórin.