Mugu halda uppat at eta grind

- Tað er so skaðiligt at eta grind, at tað er við sorgblídni, at vit nú noyðast at biðja føroyingar heilt gevast at eta tvøst og spik, siga landslæknin og Pál Weihe, granskari, í einum spildurnýggjum tilmæli

 Nú eiga føroyingar fullkomiliga at halda upp at eta grind.

Tað staðfesta Høgni Debes Joensen, landslækni og Pál Weihe, granskari, í einum spildurnýggjum tilmæli til føroyingar um grind.

Í tilmælinum, sum teir almannakunngjørdu beint fyri døgverða í morgun, staðfesta teir, at tað er við sorgblídni, at teir nú koma við hesum tilmæli.

Men teir siga, at nýggjar kanningar vísa, at tað nú er so skaðiligt fyri heilsuna at eta grind, at teir kunnu ikki annað enn at mæla fólki frá at eta grind yvirhøvur.

- Grindin hevur tænt føroyingum væl í mong hundrað ár og man eiga lívið í mongum føroyingi gjøgnum øldirnar. Men tíðir og umhvørvi broytast, og tí meta vit tað heilsufakliga neyðugt við hesum tilmæli, sigur okkara fremsti læknafrøðiligi myndugleiki á økinum.


Døpur mynd

Teir siga, at seinastu 10 árini eru so fleiri úrslit av vísindaligum kanningum komin í ljósmála av grind sum mannaføði.

Og tey geva okkum eina enn daprari mynd av vandamiklu heilsuárinunum av grindatvøsti og spiki, enn vit higartil hava havt,

Teir báðir siga, at kanningarúrslitini kunnu setast í altjóða ljós.

- Kyksilvurmongdin í alheimshøvunum er økt, og til dømis er kyksilvurinnihaldið í ísbjarnarhári og -skinnum 10 ferðir hægri í dag, enn tað var fyrr í tíðini.

PCB er komið sum eitt nýtt umhvørviseitur í seinnu helvt av 1900 – talinum, men eftir at evnið varð bannað umleið 1980, er nøgdin í grind ikki minkað stórvegis enn.

Nýggj umhvørviseitur, sum eru DDE, og DDT, verða framvegis nýtt ymsastaðir í heiminum.

- Harumframt eru komin nýggj evni, eitt nú lívrunnar fluorsambindingar, ið verða nýttar til at viðgera klæði í klædnaídnaðinum og aðrastaðni og nú síggja vit økta mongd í blóðinum hjá børnum, sum eta grind.


Grind er ein kyksilvurbumba

Landslæknin og Pál Weihe staðfesta, at seinastu kanningarnar sýna, at mongdin av kyksilvuri í grindatvøsti er framvegis høgt við einum miðalvirði á umleið 2 mikrogramm fyri hvørt gramm.

Í ES er galdandi hægsta markvirði upp á 1 mikrogramm fyri hvørt gramm, men tað er bert galdandi fyri mest dálkaða fiskin.

- Hetta markið fara flestu grindahvalir uppum.

Grundað á kanningarnar í Føroyum, hava amerikanarar sett markvirðið fyri tað, vit tilsamans dagliga fáa niður í okkum við mati, til 0,1 mikrogramm av kyksilvuri fyri hvørt kilo av kropsvekt.

Tað merkir, at eitt fólk, ið vigar 70 kilo bert kann eta 3,5 gramm av tvøsti um dagin fyri at náa markvirðið.

Í spiki eru eisini stórar nøgdir av ymiskum lívrunnum evnum, ið verða brotin niður spakuliga, eitt nú PCB og DDE.

- Nøgdin av bæði PCB og DDE er størri enn 10 mikrogramm fyri hvørt gramm av spiki. Flestu galdandi mørkini fyri PCB eru lægri enn 1 mikrogramm fyri hvørt gramm.

- Niðurstøðan verður sostatt, at í dag eru grindahvalir so illa dálkaðir, at hvørki tvøst ella spik lúka treytirnar fyri loyvdum innihaldi av eitrandi dálkingum, siga Høgni Debes Joensen og Pál Weihe.


Føroyingar illa dálkaðir

Teir vísa eisini á, at samanborið við aðrar tjóðir, er nøgdin av dálkingarevnum í føroyingum, stór.

- Seinastu kanningarnar vísa tó, at kvinnur við barn eta munandi minni av grind og spiki enn áður. Av hesum er kyksilvurmongdin í blóðinum hjá barnakonum minkað. Men mongdin av PCB er óbroytt, helst av tí at PCB verður brotið niður so spakuliga.

- Vit í Føroyum eiga bert evarska lítlan lut í teirri dálking, sum er farin fram av høvunum, men hon er komin á okkum uttanifrá.

- At so gransking í Føroyum hevur virkað við til at seta hesa dálking í brennidepilin, er beiskt speisemi.

- Men úrslitini av hesi gransking hava longu havt ta avleiðing, at markvirði eru skerpt í sambandi við dálking í alheimshøpi.

- Vit mugu tí eisini sjálv taka avleiðingarnar her í Føroyum, leggja teir afturat.

Teir siga, at seinnu árini hevur vaksandi vísindaliga grundarlagið skapt ein varhuga um, at stundin skjótt var komin til, at mælast mátti fólki frá at eta grind og spik yvirhøvur.

Og tað er akkurát støðan, føroyingar eru komnir í dag, 25. november í tí harrans árið 2008.


Tí er grind skaðilig at eta


Landslæknin og Pál Weihe, granskari, siga, at kanningar seinastu árini vísa, at grindkann elva til víttfevnandi heilsuvandar og niðanfyri hava teir sett kanningarúrslitini upp í stuttum.


Úrslitini higartil hava sýnt, at

1. Kyksilvurið í grindatvøsti ávirkar nervalagið hjá fostrunum

2. Árinið á nervalagið heldur sær upp í tannárini

3. Kyksilvur flutt frá kostinum hjá mammuni í móðurlívi ávirkar blóðtrýstið hjá børnum

4. Dálkingarevni í spikinum ávirka immunskipanina negativt, so at børnini taka verri við koppingarevnum


Nýggjastu kanningarnar sýna, at

1. Dálkingarevni í grindini tykist at økja um vandan fyri at fáa Parkinsonsjúku hjá teimum, ið eta grind ofta

2. Vandin fyri hækkaðum blóðtrýsti og æðrakálking í hálslívæðrum økist hjá fólkum, ið hava nógv kyksilvur í kroppinum


Í løtuni verða kanningar gjørdar, av tí at illgruni er um, at nøringarevnini minka orsakað av dálkingarevnum í grind og spiki. 

Les eisini greinina: Samgongan viðger bann ímóti at drepa grind.