Nú løgmaður hevur sagt upp ein av sínum landsstýrismonnum spurdu vit hann, um hann ikki er lopin framav!
- Tað er løgmaður avgjørt ikki. Tað er vert at undirstrika, at tað er uppgávan hjá løgmanni at meta um, um ein landsstýrismaður hevur umsitið sítt málsøki á fullgóðan hátt. Tað hevur Sámal Petur í Grund ikki gjørt, og tí er hann koyrdur frá. Grundgevingarnar fyri hesum eru í brævinum til landsstýrismannin.
Løgmaður sigur, at tað er skeivt at brúka Vágatunnilin sum orsøk til uppsøgnina. - Hvørki eg ella sambandsflokkurin eru ímóti føstum sambandi um Vestmannasund. Men fíggjarliga støðan í Føroyum ger, at tað er møguligt at fara undir eitt slíkt stórt projekt nú. Tíðin er ikki búgvin. Føroyaska samfelagið er ikki til reiðar. Men tá tíðin er búgvin til tað, so vil eg fegin seta pengar av til at byrja arbeiðið uppá fast samband um sundið. Hetta mugu tingmenn liva við.
Løgmaður vísir á, at tað eru bert fá ár síðani, at samfelagið nærmast fór á húsagang og 15% av føroyingum fluttu av landinum, fjórði hvør var arbeiðsleysur, og øll fólk vóru undir slíkum skattaoki, at tey, ið eftir vóru, eisini ivaðust í at rýma.
- Nú vit ikki meira enn hava fingið nøsina uppundan og síggja út til at fáa pent yvirskot á fíggjarlógini og hvar vit næstu tíðina fáa eina bankakanning og hvar vit skulu gera av, hvat vit skulu gera við skuldina - so mugu vit bíða, áðrenn vit kasta okkum út í stóríløgur.
Løgmaður heldur fyri, at sambandið um Vestmannasund er alt ov vánaligt og vit hava ikki tíð at bíða eftir einum undirsjóartunnli fyri at bøta um hetta. -Hetta økið hevur verið alt ov lítið prioriterað, og tí er neyðugt nú at gera nakað til vit fáa fast samband. Tað má gerast beinanvegin, og hetta ætli eg mær at virka fyri.
- Men var tað ikki nettup hetta, sum Sámal Petur í Grund legði fyri samgonguna?
- Hann skuldi fyrst verið komin í tankar um tað sambandið, sum vit hava og bøtt um tað. Hetta sama er galdandi fyri onnur øki í landinum.
- Tað sær ikki mætari út enn, at tínir egnu tingmenn og landsstýrismenn vilja fara longur enn Sámal Petur og gera tunnilin til ein kardinalspurning!
- Hatta verður viðgjørt í samgonguni og kemur fram til ta tíð.
- Kann tað henda, at tínir egnu verða ekskluderaðir á sama hátt sum Sámal Petur, nú teir krevja, at Vágatunnilin verður við á fíggjarlógini?
- Hatta havi eg ikki hug at svara uppá.
Uppá fyrispurning um ikki løgmaður átti at havt tosað við formannin í sjálvstýrisflokkinum um trupulleikarnar við landsstýrismanninum, áðrenn hann gjørdi av at koyra hann sigur Edmund Joensen, at hann spurdi formannin í sjálvstýrisflokkinum á samgongufundinum tann mánadagin, hvønn hon hevði at seta ístaðin fyri Sámal Petur í Grund.
- Men átti tú ikki at viðgjørt hetta við sjálvstýrisflokkin, áðrenn tú tók eitt slíkt drastiskt stig?
- Eg skal ikki samráðast við nakran. Eg skal bert siga, hvat eg ætli, og tað gjørdi eg.
- Men vóru hinir landsstýrismenninir kunnaðir um, at tú fór at koyra Sámal Petur frá og tóku teir undir við tí?
-Hetta er eina og aleina mín uppgáva. Meira er ikki at siga um tað. Løgmaður hevur annars varhugan av, at hann hevur undirtøku í landsstýrinum fyri tí hann hevur gjørt.
Bara politikkur
- Onkur heldur helst, at tú ber tað at sum ein elefantur í eini glasbutikk og at tú við tínum framgangsmáta brennir allar brýr til bæði verandi samgongufelagar og til tey tú skal virka saman við í framtíðini av!
- Alt hatta er politikkur, og tað taki eg ikki tungt. Tú mást gera tað tú er settur til og kann ikki lata sær alt lynda. Málið er at rætta hetta samfelagið uppaftur og tað nyttar tí ikki bara at vera eftirgevandi og geva øllum rætt. Tað hevði verið lættari at gjørt tað, men tú fær eingi úrslit við at gera tað.
Edmund Joensen sigur, at hann er settur sambart eini nýggjari stýrisskipan. -Tann gamla hevði við sær, at Føroyar fóru á húsagang. Eg skal eisini hugsað um, at tann siðvenjan, sum eg leggi í hesa nýggju skipanina, skal ikki føra til, at einki fær avleiðingar.
- Men er tað ikki týdningarmikið, at tú hevur undirtøku í tínum egna flokki, hvat ein ikki hevur varhugan av, at tú altíð hevur!
- Løgmaður spyr heldur ikki sín egna flokk, tá eitt slíkt mál kemur fyri. Skal hann ráðføra seg við Gud og hvønn mann, hvat hann skal gera við ein landsstýrismann, so verður landsstýrismaðurin ongantíð koyrdur og so kann ein eins væl strika hasa greinina í stýrisskipanarlógini.
Edmund Joensen sigur annars, at hann hevur altíð havt gott samstarv við tingmenn og landsstýrismenn. -Eg havi ongan dag gingið fornermaður úti í Tinganesi og havi ongan tingmann og landsstýrismann verið firtin inn á. Tann, sum ger tað, skal ikki vera í politikki. Hetta er eitt álvarssamt arbeiði, sum skal gerast, og tað skal útinnast eftir, hvat tænir landinum best og eftir tí, sum er skrivað í nýggju lógini.
- Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins sigur við Sosialin, at Sámal Petur er offraður fyri manglandi leiðslu í Tinganesi!
- Tað er tvørturímóti. Hatta er eisini politikkur. Hann skal blíva við at endurtaka tað sama til fólk trúgva tí.
Edmund Joensen sigur, at Jóannes Eidesgaard av góðum grundum ikki veitt, hvussu arbeitt verður í Tinganesi undir tí nýggju lógini, har tað gongur eftir einum føstum avtalaðum arbeiðshátti. -Eg haldi, at tað er meiri politiskt virksemi eftir hesum nýggju skipanina enn tað var eftir tí gomlu.
Ongum vent bakið
- Men tá nú ein minnilutastjórn skal roynast og hetta er í eini tíð, har løgmaður hevur brent so nógvar brýr við aðrar flokkar, kann tað so ikki virka eitt sindur bakvent at fara eftir hjálp frá teimum somu, sum ein hevur vent bakið!
- Eg haldi meg ikki hava vent nøkrum bakið. Javnaðarflokkurin fór frívilluga úr Tinganesi, og sjálvstýrisflokkurin líkaso.
Løgmaður sigur, at tað eigur ikki at fáa politiskar avleiðingar fyri tað at ein landsstýrismaðurin verður skiftur út. Tá liva flokkarnir ikki upp til tað, sum stýrisskipanarlógin fyriskrivar. Í øðrum londum síggja vit, at ráðharrar verða skiftir út. Tað fær ikki avleiðingar fyri eina stjórn. Men tað er líkasum, at vit hava ikki megnað at livað upp til eina slíka nýggja lóg. Helst tekur tað eini 10-15 ár til vit megna tað.
- Men heldur tú, at tú fer at fáa stuðul í tinginum eftir hesi turbulentu árini!
- Tað geri eg, og tað haldi eg vit hava fingið eina ávísa ábending um frá tinginum.
Edmund Joensen er ikki samdur við Anfinni Hansen, advokati, sum hevur samanborið málið við Framtaksgrunni og Vágatunnuli, tá tað snýr seg um at fáa hjálp frá andstøðuni.
- Tað var eitt mál, sum løgmaður hevði fingið loyvi at leggja fyri tingið, eisini frá fólkaflokkinum. So hetta kann als ikki samanberast.
Mugu hugsa um umdømið
Uppá fyrispurning um tað ikki er sera óheppið fyri okkara umdømi í umheiminum, at slíkt hendir í Tinganesi sigur hann, at tað er beint øvugt. -Tað er sera umráðandi, at vit ikki gera nakað í panikki. At vit føroyingar vísa, at vit klára at takla eina støðu og at vit tola at síggja, at vit hava eitt yvirskot á eini fíggjarlóg uttan at brúka tað til eitt og annað.
Løgmaður sigur, at tað er eisini altavgerandi fyri at vit kunnu fáa eina góða avtalu um skuldina, at vit halda saman og ikki gera nakað, sum vit ikki hava ráð til. -Annars fer eingin at hava álit á okkum, hvørki teir, sum skulu fíggja okkara skuld ella nøkur oljuvinna. So verða vit roknaðir sum ein onnur bananrepublikk. Tað er ov tíðliga at hava gloymt fortíðina, nú ræður um at halda fast og fara hóvliga fram, soleiðis at samfelagið gerst sterkari alla tíðina.
Val áðrenn juli
- Men hvat skal til fyri, at Edmund Joensen skrivar út nýval?
- Soleingi samgongan kann føra ein politikk, sum styrkir hetta samfelagið, soleingi halda vit út. Nú royna vit so minnilutastýrið fyrstu ferð. Vit hava fingið at vita, at vit fáa stuðul í tinginum, og vit hava nógv stórmál fyri, og hesin møguleikan skal nú roynast.
Edmund Joensen sigur annars, at eitt val verður helst hildið fyrr enn í juli juli.