Føroyar-Írland
Einasta broytingin á føroyska liðnum, sum tykist vera heilt vís undan dystinum mikudagin, er at Julian Johnsson kemur inn á miðvøllin.
Hann var leikbannaður til dystin móti Sveis, og hóast eingin av liðfeløgunum spældi seg av liðnum í tí dystinum, so er eitt pláss tókt, nú Jón Rói hevur givið avboð.
Sjálvur tykist Julian eisini rokna við einum plássi á liðnum, og í øllum førum tykist hann gleða seg til at sleppa í part aftur, eftir at hann var leikbannaður seinast. Ein støða, sum hann tó ikki helt vera so trupul, sum hon annars ofta er.
- Tað visti eg jú longu í oktober. Tað er kanska øðrvísi í landskapping, har tú spælir hvørja viku, fyri síðani at verða noyddur út um við leikbanni. Men hinvegin, so sigur tað seg sjálvt, at tú brellast eftir at spæla. Alt annað vildi jú verið ónáttúrligt haldi eg.
- Og støðan er kanska eisini eitt sindur serlig hesaferð. Í øllum førum havi eg nokk lagt nakað av trýsti á meg sjálvan við tí leiklutinum, sum eg havi í dag, men tað er bara í fínasta lagi. Eg havi tað í øllum førum soleiðis, at eg trívist væl við einum trýsti á mær, staðfestir maðurin, sum aftur er til reiðar at vera stóri stríðsmaðurin á føroyska miðvøllinum.
Fáa kantarnar við
Tá Føroyar spældu í Dublin í oktober var hetta ein av teimum dystunum, har trýstið á føroyska liðið var øgiligt til tíðir. Tað var bara hendinga ferð, at okkkara so mikið sum nærkaðust írska brotsteiginum, og Julian sigur seg eisini ronkna við, at uppskriftin hjá írum verður tann sama mikudagin.
- Teir spæla jú press-fótbólt. Tað er tað, sum teir eru bestir til, og sum lið haldi eg, at írarnir eru teir sterkastu í okkara bólki. Eisini hóast bæði Sveis og Frakland hava framúrskarandi einstaklingar.
Men hvør er uppskriftin hjá okkum, um vit skulu sleppa longur niðan á vøllin, enn vit gjørdu í Dublin?
- Tað er fyrst og fremst í spælinum upp ígjøgnum síðurnar. Teir hava bæði leikbann og skaðar í verjupartinum, og tað kann kanska skapa eitt sindur av órógv. Nú kenni eg sjálvandi ikki okkara upplegg enn, men vit hava jú sæð móti eitt nú Skotlandi, at tað er í spælinum upp eftir borðunum, at vit kunnu skapa nakað. Eg sigi ikki, at vit skulu royna at dribla fram við Stephen Carr ella Ian Harte, men sleppa vit niðan, so skulu bóltarnir koma tíðliga og diagonalt inn um verjuna, har okkara álop og miðvøllur so vónandi kann renna í bóltarnar.