Í gjár varð løgreglan á ferð við lasaranum at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Fyrst vóru tey á Søldafjarðarvegnum, har tað er loyvt at koyra 50, og har vórðu tveir bilførarar tiknir. Báðir fingu bót, og harafturat fekk annar eitt klipp í koyrikortið fyri at koyra 71 og 80 kilometrar um tíman, og ein misti koyrikortið treytað, tí hann koyrdi ímillum 81 og 100 kilometrar um tíman.
Millum Fjarða er eitt vegastrekki, har bilførarar ofta hava lyndi til at koyra ov skjótt, og har var løgreglan eisini og kannaði ferðsluna. Har er loyvt at koyra 80, og har misti ein bilførari koyrikortið treytað fyri at koyra ímillum 111 og 130 kilometrar um tíman. Bilførarar, sum missa koyrikortið treytað, mugu upp til nýggja koyriroynd, bæði teori og koyring, annars missa teir tað heilt.