Atlantic Airways-kappingin
Vestmenningar høvdu ongan sum helst hug at lata Kyndil stinga avstað undan hinum liðunum. Somikið stóð greitt longu eftir fyrstu fáu minuttunum í Vestmanna sunnudagin.
Snøgt sagt, so bendi byrjanin á, at VÍF rætt og slætt skuldi hølva teir grønu ígjøgnum, og munurin millum liðini bæði toygnaði alt meira á máltalvuni.
Tað var tó kanska meira vánaligt Kyndils-spæl, sum hevði hesa støðuna við sær. Hvørki av liðunum tóktist hava nakað serliga gott tak á verjupartinum, og fleiri ferðir sluppu menn alt ov lætt at spáka gjøgnum verjurnar. Men í mun til teir grønu, so megnaði VÍF at skora upp á sínar møguleikar. Hjá Kyndli varð talan í allar flestu førum um vánalig skot, og so tóktist Dejan í VÍF-málinum eisini at hava ein góðan dag, har hann fyri tað nógva las mótstøðuna rætt av.
Uttan mál og mið
Og so tóktist tað fyri tað allarmesta, sum hevði VÍF fult tamarhald á. Teir fingu spakuliga verjuspælið at koyra betri, og tó at Kyndils-menn stríddust, so tóktist stríðið í nógvum førum at vera einsæris og uttan mál og mið.
Ikki minst kom hetta til sjóndar, tá seinni hálvleikur byrjaði. Skuldi Kyndil aftur í dystin, so kravdi tað helst eina góða byrjan upp á seinna hálvleik. Men her vóru vestmenningarnir so púrasta ósamdir. Við fullari ferð koyrdu teir á, og tá teir grønu skiftust um at fremja mistøk, vórðu hesi revsaði uttan nakra sum helst náði.
At kanna sær skinnið
Gongdin bendi alt meira á stórsigur og sanna eyðmýking, men brádliga kom vend í. Kanska hildu teir hjá VÍF, at sigurin var komin í hús, og tí tóku teir sær meira av løttum.
Men Kyndil hevði ikki givið skarvin yvir. Við støðuni 25-16 fingu teir knappliga eini tvey mál á rað, meðan vestmenningarnir vóru í undirtalsstøðu. Og so fingu teir tevið av stigum. Við einum máli fyri og øðrum eftir varð munurin skorin niður. Stríðsviljin og sigurstrúgvin tóktist bara økjast, so hvørt sum teir nærkaðust VÍF, hvørs spælarar tóktust alt meira ráðaleysir. Ein støða, sum ikki er heilt óvanlig, tá lið fyrst hevur sett ferðina niður.
Heilt spennandi gjørdist tað, tá Kyndil hevði vunnið seg á 25-23. Dómararnir høvdu júst bríkslað fyri brotskastið, og so kundi munurin gerast bara eitt mál. Kanska var tað eitt mistak, at lata somikið ungan spælara royna seg, men Hjalti Jacobsen hevði verið tryggur undan hesari royndini. Eli Müller megnaði tó at lesa hann rætt av, og tá Kyndil í eftirfylgjandi VÍF-álopinum fekk tvær útvísingar, fall avgerðin. VÍF sópaði ivan burtur við nøkrum skjótum kontra-álopum, og so kundu teir grønu bara iðra seg.
Meistararnir eru við
Enn er tað tó Kyndil, sum liggur á odda í kappingini, men munurin er nú minkaður í tvey stig. Samstundis mundi tað vera ein lætti hjá hinum liðunum at staðfesta, at teir grønu kanska ikki eru so heilt einaráðandi kortini.
Og hjá VÍF var talan um tiltrongdan sigur. Avrikini higartil hava sveiggjað nakað í dygd. Men við hesum sigrinum staðfestu meistararnir, at teir aftur í ár vilja verða heilt har frammi.
Fakta um dystin
VÍF-Kyndi l31-26 (16-11)
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 10(1), Sámal Joensen 6, Harald Bjørgvin 5, Jákup Suni Andreasen 4(2), Regin Joensen 4, John Zachariassen 1, Áki G. Olsen 1
Kyndil: Marius Joensen 6, Ken Zachariassen 5(1), Hans Áki Dal Christiansen 3(2), Høgni Klein 3(3), Ragnar Stakksund 2, Hans Arni Thomsen 1, Rókur Akralíð 1, Janus Einar Sørensen 1, Hanus Johansen 1
Brotskøst: VÍF 4, Kyndil 9
Útvísingar: VÍF 9, Kyndil 6
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen. Høvdu ilt við at halda nakra greiða linju.