Eftir at løgmaður tann 8. desember í fjør staðfesti, at Múrurin er eitt friðað fornminni, hevur spurningurin um framtíðar varðveitsluna av Kirkjubømúrinum verið til viðgerðar í Undirvísing-ar- og mentamálastýrinum. Viðgerðin er nú liðug, og Ivan Johannesen, landsstýrismaður í mentanarmálum, hevur í dag gjørt av at áleggja Føroya Fornminnissavni sum skjótast:
?at seta bráðfeingis verndartiltøkini, sum Føroya Fornminnissavn áður hevur mælt til, í verk,
?at seta arbeiðsbólk at fyrireika hugskotskapping við tí endamáli at finna fram til eina varandi loysn av verndarspurninginum í sambandi við Kirkjubømúrin.
Avgerð landsstýrisins byggir á tilráðingar frá Føroya Fornminnissavni og savnsins sakkønu ráðgevarum, á løgtingslóg um friðan av fornminnum, á tilmæli, dagfest 25.11.1997, hjá Fornminnisnevndini til løgmans at staðfesta, at Múrurin er friðaður og á staðfesting løgmans, dagfest 8.12.1997 av tilmælinum hjá Fornminnisnevndini. Fornminnissavnið hevur í sambandi við tað trupla málið um varðveiting av Múrinum leitað sær hjálp frá fornminnamyndugleikunum í Danmark og Noregi. Antikvariska viðgerðin av málinum um Kirkjubømúrin er farin fram í einum arbeiðsbólki við umboðum fyri nevndu myndugleikar og Konservatorskúlan í Keypmannahavn. Um Múrurin skal verða varðveittur sum tað ektaða ? originala ? miðaldarminni, hann er, eigur sambært tey sakkønu at verða farið fram soleiðis í tveimum stigum:
Fyrsta varðveitingarstig:
Tryggingar- og konserveringstiltøk eiga at verða sett í verk sum skjótast at fasthalda Múrin í tí líki, hann nú er. Hetta tiltakið fevnir um tryggingar- og konserveringstiltøk, ið eru ætlað at fara fram yvir eitt áramál og verða byrjað við, at ein bráðfeingisverja verður sett yvir múrkrúnuna við tí endamáli at forða regni og vindi og harvið fremja neyðuga spakuliga turking av múrverkinum, at stuðla leysum pørtum av múrinum og harumframt at bera arbeiðspallar. Vísindaligar rannsóknir verða framhaldandi gjørdar.
Annað varðveitingarstig:
Við hugskotskapping eigur at verða funnið fram til eina varandi loysn á verndarspurninginum, soleiðis at Múrurin verður vardur móti framhaldandi niðurbróting frá veðurlagnum í eini óavmarkaðari framtíð. Til formgeving av endaligum verjutiltøkum yvir og kring Kirkjubømúrin hevur landsstýrismaðurin tikið undir við tilmælinum um at skrivað verður út hugskotskapping, grundað á krøv, ið eru sett av fornminnamyndugleikunum. Fornminnissavnið og sakkønu tess eru fullvís í, at tað ber til at útforma varandi verjutiltøk, sum verja múrin uttan at skemma hann ella umhvørvið.
Í sambandi við avgerðina um Kirkjubømúrin hevur landsstýrismaðurin samstundis gjørt av ikki at geva loyvi til verkætlan hjá einum sjálvbodnum áhugabólki v/ J. P. Gregoriussen o.ø., um umbygging av Kirkjubømúrinum. Fornminnissavnið og sakkønu tess hava mælt frá at geva loyvi til verkætlanina hjá sjálvbodna áhugabólkinum (Verkætlan 97). Tey sakkønu hava ta áskoðan, at ætlanin hjá áhugabólkinum at umbyggja Múrin til ein brúksbygning fyri tað fyrsta stríðir ímóti lógini um friðan av fornminnum. Fyri tað annað hevði ætlanin verið til skaða fyri Múrin sum fornminni. Undirvísingar- og mentamálastýrið tekur undir við sjónarmiðunum hjá Fornminnissavninum og tess sakkønu. Avgerðirnar eru fráboðaðar viðkomandi pørtum og stovnum, stendur í skrivi frá Ivan Johannesen, landsstýrismanni.