Leygardagin endurgóvu vit úr grein í Politikken, har m.a. verður víst á, at tónleikur hevur positiva ávirkan á innlæringarevnini hjá børnum.
Til hetta sigur Martin Mouritsen, musikkskúlastjóri, at royndir hava verið gjørdar, t.d. í Kanada, sum vísa tað sama.
Eftir eina 7 mánaða royndartíð, har børnini skuldu spæla eitthvørt ljóðføri, vóru týðilig framstig at síggja.
Tey børn, ið einki ljóðføri spældu, vóru á sama støði, sum frammanundan.
- Eisini í Føroyum hava vit góðar royndir, tá børn sleppa at spæla
ljóðføri, sigur Martin.
- Tá tú spælir, verður heilin ógvuliga nógv stimbraður, tí neyðugt er at nýta fleiri sansir í senn, sigur hann.
Hann sigur, at hann veit dømi um ein flokk, har øll børnini spældu ljóðføri. Eftir eitt ár, var flokkurin, sum annars hevði verið ein trupul flokkur, fullkomiliga broyttur.
Onkustaðni eru lærarar farnir at nýta tónleik at sissa børnini við eftir spælið í fríkorterinum. Tað vísir seg, at tónleikur, fáar minuttir í byrjanini av tímanum, økir um konsentratiónsevnini.
- Málið hjá musikkskúlanum er at bróta sosiala arvin, við at øll børn skulu fáa høvi at spæla, sigur Martin Mouritsen at enda.