Múte B. Egede avvísir Trump: Vit vilja ikki vera amerikanarar

Landsstýrisformaðurin í Grønlandi endurtekur enn einaferð, at tað eru grønlendingar sjálvir, sum eru harrar yvir egnari framtíð.

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, vísir enn einaferð á, at tað eru grønlendingar sjálvir, sum avgera sína egnu lagnu og framtíð. (Arkivmynd). - Mynd: Mads Schmidt Rasmussen, Arctic C/Ritzau Scanpix

Hvørki USA ella nakað annað land eigur at gera av, hvønn Grønland hoyrir til.

Tað er boðskapurin í einum uppslagi á Facebook í dag frá grønlendska landsstýrisformanninum, Múte B. Egede.

Tað er eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, í nátt okkara tíð, aftur nevndi ynskið um at ogna sær Grønland. Hesaferð var tað í røðu í kongressini í Washington.

- Grønland er okkara. Vit vilja ikki vera amerikanarar, heldur ikki danir. Vit eru grønlendingar. Hetta mugu amerikanarar og leiðari teirra skilja, skrivar Múte B. Egede á Facebook.

- Vit eru ikki til sølu og kunnu ikki takast. Tí vit í Grønlandi gera sjálvi av framtíð okkara.

Donald Trump, sum fyrstu ferð vísti á ynskið um at keypa Grønland í 2019, endurtók sínar tankar um at fáa stóru oynna á amerikanskar hendur aftur í desember í fjør.

Hetta skuldi gerast fyri at fáa meira tamarhald á trygdarstøðuni í arktiska økinum, har serliga Russland brynjar seg.

Trump, sum fyri aðru ferð í januar varð innsettur sum amerikanskur forseti, skerpaði seinni tónan og útilokaði ikki, at USA kundi brúka hermegi til at fáa valdið á Grønlandi.

Múte B. Egede hevur staðiliga noktað fyri, at nakar annar enn grønlendingar hava nakað at siga í málinum.

Sami tóni hevur verið at hoyrt frá donsku stjórnini. Grønland er partur av Danmarkar Ríkisfelagsskapi, saman við Danmark og Føroyum.

Danska síðan hevur skrásett eitt grønlendskt ynski um kanska at fáa sjálvstýri. Í tí førinum skal tað gerast umvegis fólkaatkvøðu.

11. mars verður val til grønlendska Landstingið, Inatsisartut.

 

/Ritzau/

 

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, vísir enn einaferð á, at tað eru grønlendingar sjálvir, sum avgera sína egnu lagnu og framtíð. (Arkivmynd). - Mynd: Mads Schmidt Rasmussen, Arctic C/Ritzau Scanpix