– Arbeiðið hevur tikið longri tíð enn ætlað, men vit lata upp í Handilskjarnanum 14. desember.
Tað sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS, sum eigur Mylnuhandlarnar.
Seinastu mánaðirnar er stórt umvælingararbeiði farið fram í Handilskjarnarnum. Alt húsið er broytt, rullutrappurnar, tær einastu í landinum, eru tiknar niður, og í niðastu hædd er innrættaður ein Mylnuhandil eftir júst sama leisti, sum vit kenna teir frá hinum Mylnuhandlunum.
Tað var P/F Hans Joensen, sum bygdi Handilskjarnan seinast í áttatiárunum, men tað var ov stórur biti, og felagið fór á húsagang í kreppuárunum í 90'unum.
Nú er tað P/F Fastogn, sum eigur bygningin. Fastogn er felag, sum Eik Banki og Lív eiga. Felagið eigur nógvar stórar bygningar, sum verða leigaðir út – eitt nú bygningin hjá SMS á Trapputrøðni.
Mylnan verður á niðastu hædd, og á hinum trimum hæddunum verður venjingarmiðstøðin »Burn«, sum Jákup Suni Berg eigur saman við
– Hetta er ein dreymur eg havi havt, síðani eg fyri 20 árum síðani fór at venja – at eg einaferð vil hava mína egnu venjingarmiðstøð. Tí kunnu vit siga, at hetta er ein dreymur, ið verður til veruleika, segði Jákup Sune Berg við in.fo í august.
Talan verður um eina spildurnýggja miðstøð við nýggjum maskinum og alskyns hentleikum við nýggjastu tøkni.
Fitnessmiðstøðin verður á trimum teimum ovaru hæddunum í Handilskjarnanum.
– Vit hava tríggjar ferðir 350 fermetrar, so her verður gott pláss. Á niðastu hædd hjá okkum – aðru hædd – verður eisini ein juice-bar, sum verður opin fyri almenninginum og fyri venjandi gestum, greiðir Jákup Suni Berg frá.
Av nýggjum, sum støðin fer at bjóða, nevndi Jákup Suni Berg, at har verður hitarúm og jacuzzi.