Myndir (AB-Skála): Botnbrakið endaði við javnleiki

Sorin Anghel fekk stig í aðru royndini sum venjari hjá Skála – móti gamla felagnum hjá sær

Í gjárkvøldið var fimti og seinasti dysturin í 17. umfari í Betri deildini hjá monnum. Á Argjum var botnbrak millum AB og Skála, sum endaði við javnleiki 1-1. Hetta var bara onnur royndin hjá Sorin Anghel sum venjari hjá Skála, og tað eydnaðist honum at tvífalda stigatalið hjá skálamonnum.

Skálamenn komu á odda aftaná 34.minuttir, tá Jan Ingason Hansen hegnisliga við rygginum móti málinum sendi bóltin í netið til 1-0. Argjamenn vóru avbera ónøgdir við sítt egna avrik í fyrra hálvleiki, men tað bleiv nakað betri í seinna hálvleiki.

Tað gjørdi góðan mun, at Adeshina lawal kom á vøllin. Hann helt væl upp á bóltin og átti lut í fleiri av álopunum, ið argjamenn fingu. Tá eitt korter var eftir av dystinum endaði bólturin hjá Adeshina Lawal, sum sendi bóltin framvið trimum skálamonnum og málverjnum. 1-1 og tað bleiv eisini úrslitið.

AB - Skála 1-1 (0-1)

0-1: Jan Ingason Hansen 34.

1-1: Adeshina Lawal 74.

Dómari: Rúni Gaardbo

AB: Bjarti Vitalis Mørk – Regin Dánjalsson, Sørin Samuelsen, Gert Drangastein (Ari Arge, 68.), Jákup Pauli Breckmann, Asbjørn Heðinsson – Leivur Fossdal Guttesen (Adeshina Lawal , 54.), Eli Christiansson, Janus Svabo Samuelsen (Bjarni Skála, 64.), Tóki á Lofti – Bjarki C. Nielsen

Gult kort: Sørin Samuelsen

Venjarar: Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen 

Skála: Bárður á Reynatrøð – Jónhard Frederiksberg, Teitur R. Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Hjalti Strømsten – Haraldur R. Højgaard, Niels Pauli Danielsen – Poul Kallsberg, Andreas Egeberg Jacobsen (Jóhan Bergsson Johansen, 80.), Ronnie Møller-Iversen – Jan Ingason Hansen

Gult kort: Andreas Egeberg Jacobsen, Niels Pauli Danielsen

Venjari: Sorin Anghel

Her eru nakrar myndir frá dystinum á Argjum í gjár:

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##ms##