Nú ber til at rinda við telefon í Føroyum

Frá í dag kunnu teir føroysku peningastovnarnir bjóða tær ApplePay sum gjaldshátt.

 

- Vit hava glett okkum at kunna bjóða fram ApplePay í Føroyum, eins og vit hava gjørt í Danmark og Grønlandi fyrr í ár. Vit merkja ein áhuga millum kundarnar fyri skjótum, løttum og tryggum gjaldsmøguleikum, og spurt hevur verið dúgliga eftir Apple Pay. So tað er okkum ein gleði nú at kunna ganga hesum ynskinum á møti fyri føroyskar kundar, sigur Jan Kondrup, sum er stjóri í BOKIS og Lokale Pengeinstitutter.

Apple Pay kann nýtast við teir gjaldsterminalar í Føroyum og úti í heimi, sum eru merktir við serliga merkinum fyri Apple Pay ella nándgjaldi. Hendan loysnin fevnir tó einans um kundar sum frammanundan hava Apple tól – altso teldu, teldil, ur ella snildfon.

Sambært tíðindaskrivinum, eru dátutrygd og verja av persónsupplýsingum ein hornasteinur hjá Apple Pay. Sostatt verða kortupplýsingarnar ikki goymdar á eindini ella á ambætarum hjá Apple, tá tænastan verður nýtt. Heldur verður eitt torskilt kontonummar goymt á tryggan hátt í tí sokallaða 'Secure Element' á eindini, sum verður nrúkt.

Teir fýra peningastovnarnir, sum frá í dag bjóða Apple Pay eru BankNordik, Betri Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi.