Nú er hált í støðum kring landið

Landsverk hevur hálkufráboðanir í morgun

Tað er kalt í veðrinum í morgun - so kalt, at Landsverk mælir til varsemi í støðum kring landið, tí tað kann vera hált. 

 

Tað er í morgun klokkan 8.30, at mátararnir hjá Landsverk hava sagt frá hálku í trimum støðum í landinum. Hesi eru við Velbastaðháls, á Gjáarskarði og á Gerðabøi í Klaksvík. 

 

 

Danska veðurstovan DMI sigur annars um veðrið komandi dagarnar, at í dag verður hitin millum 1 og 5 stig, men síðani verður lýggjari aftur, og hitin restina av vikuni liggur millum 3 og 8 stig.