Nú er Skála aftast

Við teprum 1-0 sigri á útivølli ímóti Skála hevur B71 strítt seg av aftasta plássinum, sum sandoyingar leingi hava verið á. Tapið ber við sær, at Skála nú er aftast.

Hetta var annað vikuskiftið á rað, at B71 vann fulla úrtøku. Síðsta sunnudag vunnu sandoyingar á heimavølli ímóti KÍ.

HB var tað einasta av trimum teimum fremstu, sum í hesum umfarinum vann fulla úrtøku. Talan var um rimmar 5-0 heimasigur á B68, sum leingi helt tørn. Í hálvleikinum var støðan 1-0.

Stóri maðurin í Gundadali var Andrew av Fløtum, sum skoraði trý tey seinastu HB málini.

At Víkingur fríggjakvøldið vann í Runavík, og at B36 í dag tapti í Klaksvík ber við sær, at Víkingur nú er á triðja plássi.

Víkingur og B36 hava 21 stig í part, men Víkingur hevur betri málmun. Hjá Víkingi er málmunurin +7, og B36 málmunurin er +5.

ÍF og KÍ hava bæði 17 stig. KÍ er ovari á talvuni, tí málmunurin hjá KÍ er -4, meðan málmunurin hjá ÍF er -7. ÍF og KÍ hittast um eina viku í Fuglafirði.

 

14. umfar

NSÍ-Víkingur 1-3

ÍF-EB/Streymur 2-0

Skála-B71 0-1

KÍ-B36 2-0

HB-B68 5-0

 

EB/Streymur 32 stig

HB 25 stig

NSÍ 24 stig

Víkingur 21 stig

B36 21 stig

KÍ 17 stig

ÍF 17 stig

B68 14 stig

B71 12 stig

Skála 11 stig

 

15. umfar

Hósdagin 10. juli

NSÍ-HB

Leygardagin 12. juli

B68-B71

Sunnudagin 13. juli

Víkingur-Skála

ÍF-KÍ

B36-EB/Streymur