Nú er summarferian liðug – spæla aftur í dag

Tað verða tveir dystir í Betri deildini hjá monnum í dag, bara tíggju dagar eftir at liðini fóru í summarferiu

Tað eru bara tíggju dagar síðani, at føroyskur fótbóltur fór í summarferiu, men longu í kvøld verður lagt til brots aftur. Í Runavík verður kommunuuppgerð millum NSÍ og Skála, og í Klaksvík tekur KÍ ímóti AB. Í annað kvøld verður grannauppgerð á Tórsvølli millum HB og B36.

Hesir dystirnir eru framskudaðir frá 18. umfari, ið verður spælt síðast í august. Orøkin er at KÍ, NSÍ, HB og B36 skulu spæla í Evropa seinni í ár. Tí verða tríggir dystir í 18. umfari spældir nú, meðan írestandi tveir dystirnir verða spældir 22. august.

NSÍ-Skála (Beinleiðis á FM1)

Mikudagin klokkan 18.30

Dómari: Petur Reinert

NSÍ er á heimavølli móti Skála. Hetta er toppur móti botni. NSÍ er nummar tvey og Skála liggur aftast. Fyri bara fáum vikum síðani hevði hetta verið ein tann greiðasti favoritturin í kappingarárinum, men NSÍ hevur ikki verið sannførandi seinastu dystirnar, meðan Skála hevur bitið frá sær, tó uttan at fáa nakað afturfyri.

Skaðalistin hjá Skála er langur, men gestirnir kunnu fegnast um at Teitur R. Joensen, Karl Martin Johansen og Hjalti Strømsten eru tøkir aftur.

Heimaliðið hevur longsta skaðalistan í ár. Serliga svíður tað, at Petur Knudsen situr uttanfyri við skaða í økslini. Hartil sita Bárður J. Hansen, Pætur Hentze, Búi Egilsson og Mórits Heini Mortensen uttanfyri. NSÍ er favorittur, men gongdin hjá feløgunum seinastu umførini benda á, at tað verður ikki avgjørt fyrr enn móti dystarenda.

KÍ-AB (Beinleiðis á FM1)

Mikudagin klokkan 19

Dómari: Rúni Gaardbo

Í Klaksvík er KÍ eisini stórfavorittur móti AB, men aftur her eru tekin um, at hetta kann blíva ein spennandi dystur. Skaðalistin hjá argjamonnum telur nú bara tveir mans. Filip í Liða og Hans Jákup Anfinnsson. Hartil er belgiski miðvallarin, Hannes Deboes, tøkur. Hann hevur vant við AB seinastu tíðina og verður mettur sum ein bólttryggur miðvallari.

Heimaliðið hevur hinvegin fleiri avbjóðingar í løtuni. Jákup B. Andreasen og Deni Pavlovic blivu báðir útvístir í 6-2 tapinum fyri B36 og hava leikbann. Odmar Færø sat á bonkinum allan dystin við pínu í rygginum og er ivasamur til dystin í kvøld. Ísak Simonsen mátti av vøllinum í steypadystinum móti HB við vøddaskaða, og er somuleiðis ivasamur. Tað ljóðar eisini at Ole Erik Midtskogen hevur avbjóðingar. Hann byrjaði á bonkinum móti B36, men kom inn og skoraði.

##med2##

Tað er ongin ivi um, at KÍ er stórfavorittur til at vinna hendan dystin, men eins og við kommunuuppgerðini í Runavík, so eru tekin um at hetta kann blíva meiri spennandi enn stigatalvan leggur upp til.

Betri deildin menn 18.umfar:

Mikukvøldið 22. juli:

NSÍ-Skála (18.30) Beinleiðis á FM1

KÍ-AB (19.00) Beinleiðis á FM1

Hóskvøldið 23. juli:

HB-B36 (19.00) Beinleiðis á FM1

Fríggjadagin 28. august:

TB-Víkingur

EB/Streymur-ÍF

Stigatalvan (Faroesoccer.com)                                     Dystir         Málúrtøka    Stig

1.HB122031
2.NSÍ122129
3.B36122428
4.121526
5.Víkingur12520
6.ÍF12-519
7.EB/Streymur12-167
8.TB12-96
9.AB12-254
10.Skála12-301