Nú er talan um tvær kappingar

Fimm lið kappast um FM og heiðursmerkir, og fimm lið stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini

Í 17. umfari áttu toppliðini heimavøll ímóti botnliðunum. Allir favorittarnir vunnu, og stigatalvan vísir, at nú er kappingin skrædnað í tveir partar. HB, B68, NSÍ, Víkingur og EB/Streymur kappast um FM og heiðursmerkini, og B36, ÍF, AB, KÍ og 07 Vestur stríðast fyri at sleppa undan tveimum teimum niðastu plássunum og harvið niðurflyting.

Eftir europeisku luttøkuna og steypafinaluna er talvan framvegis misvísandi. EB/Streymur hevur spælt tveir dystir færri enn tey flestu av hinum, og B68, Víkingur, B36 og AB hava spælt ein dyst færri enn tey flestu av hinum.

17. umfar var rættuliga málríkt. 23 mál vórðu skorað ella í miðal 4,6. Í tveimum dystum vórðu sjey mál skorað.

Serliga merkisvert var tað, at EB/Streymur vann 7-0 á heimavølli ímóti KÍ.

Hjá EB/Streymi var hetta staðfesting av, at spælararnir tóku ímóti nýggja venjaranum við hugflogi og spæligleði, sum tað ikki hevur verið at sæð nógvu tær seinastu ferðirnar. Avrikið bar boð um, at EB/Streymur eigur at verða roknað millum evnini til heiðursmerki, hóast teir í Sundalagnum eru á fimta plássi.

Hjá KÍ stendur tað heilt illa til. Liðið er framvegis undir strikuni, og tað var merkisvert, hvussu jánkasligt og lítið sannførandi avrikið var, hóast fýra teirra, sum í summarsteðginum eru komnir til Klaksvíkar at hjálpa til í bjargingarroyndini, vóru á vøllinum. Avrikið hjá B36 á Svangaskarði var heldur einki at rópa hurrá fyri.

Í gjárkvøldið vann NSÍ greiðan sigur á ÍF. Heimaliðið spruttaði, meðan fuglfirðingar vóru illa upplagdir.

Hóast AB tapti í Gøtu, og hóast 07 Vestur tapti í Gundadali, so vóru avrikini hjá argjamonnum og 07 Vestur á góðari leið.


Lyklauppgerðir í botninum

Úrslitini vóru, sum tað kundi roknast við, og tað tyktist sum um, at fleiri av botnliðunum høvdu ásannað, at tað verður ikki á útivølli ímóti favorittunum, at stigini verða skavað saman, sum tað er neyðugt at vinna fyri at halda tørn um plássið í bestu deildini.

Tað er torført at ímynda sær, at klaksvíkingar fleiri ferðir skulu vísa so ússaligt avrik, sum tað teir vístu í Streymnesi, og tað eigur at vera meiri í ÍF og B36 enn tað, sum liðini vístu í hesum umfarinum.

Tað tykist sum um, at fokus er á lyklauppgerðunum. Tað eru innanhýsis dystirnir millum botnliðini. Hesir verða ógvuliga avgerandi fyri, hvør fer at flyta niður. Heldur ikki í 18. umfari eru lyklauppgerðir millum botnliðini og millum toppliðini á skránni. Tá verður tað aftur toppur ímóti botni, men hesa ferð fara øll botnliðini at eiga heimavøll.

Um tað fer at eydnast onkrum av botnliðunum at vinna stig, so verður talan so at siga um bonusstig.

B36 eigur nógvu næstu umførini gyltar møguleikar at tryggja seg í botnuppgerðum. Næstu umførini eru mótstøðuliðini AB, ÍF, KÍ og 07 Vestur. Í fimm teimum seinastu umførunum bíða toppliðini B36.


Lyklauppgerðir í toppinum

Longu mikukvøldið er ein toppuppgerð á skránni. Fyri HB kemur tað best við, um oyggjauppgerðin á Svangaskarði fer at enda við javnleiki. Um tað fer at eydnast B68 at vinna fulla úrtøku, so kann tað gerast spennandi í toppinum, og tá kann talan verða um finalu, tá ið B68 annan sunnudag fer at vitja HB.

Eftir at oddaliðið hóskvøldið hevur verið í Klaksvík, og eftir at B68 hevur verið í Gundadali eigur HB EB/Streym, NSÍ, Víking og B36. Talan er um sannar lyklauppgerðir, og um tað eydnast HB at vera oddalið eftir 23. umfar, so verður tað so at siga undanbrekka fram ímóti FM heitinum, tá ið HB skal spæla ímóti AB, ÍF, KÍ og 07 Vestur.

Nú fæst at síggja, hvussu oddaliðið fer at standa seg tvær tær næstu vikurnar. B68 hevur ikki tapt síðani 26. apríl, og toftamenn eru fremstu avbjóðararnir. Lyklauppgerðirnar hjá teimum eru umframt Víking í annaðkvøld og HB annan sunnudag tríggjar á útivølli: EB/Streymur í 21. umfari, í Runavík í 23. umfari og í Streymnesi í 25. umfari.

Men framvegis er bólturin rundur, og tað kann kanska fara at vísa seg, at onkur teirra, ið her eru umrødd sum botnlið, longu í hesi vikuni fara at býta frá sær ímóti toppliðunum.