Nú eri eg eitt sindur slitin

Suðringurin, sum hevur hevur forsýnað høgan og lágan við alskyns fiskavørum í fleiri ár, fer nú so smátt at rigga av

– Eg havi arbeitt síðani eg var 13 ár, so nú má eg viðganga, at eg eri eitt sindur slitin.

 

Óli Johansen, eisini væl kendur undir navninum, suðringurin, fer nú at rigga av.

 

Í fleiri ár hevur hann verið trúgvur leverandørur av alskyns fiskavørum til føroyingar kring landi og ikki minst hevur hann verið ein fastur táttur í býarmyndini í Havn, har hann trúliga hevur staðið fríggjadagar við alskyns fiskavørum til havnarfólk. Av og á plagar eisini at vera aðrastaðni í Føroyum við sínum hvíta fiskabili.

 

Fiskurin er hagreiddur í kjallaranum hjá honum sjálvum á Tanganum á Tvøroyri, har hann hevur havt nakrar mans, mest pensjónistar, at hagreiða fiskin. Men nú lýsir hann alt til sølu, bæði sethús og virki til sølu. Hann sigur, at hann fyllir 68 ár í næstum og hann ásannar, at kreftirnar eru ikki tær somu longur.

 

Hann sigur, at tískil kannar hann nú málið at vita um nakar er áhugaður í at taka við eftir hann. Fær hann eitt boð, hann er nøgdur við, tekur hann av. Fær hann ikki eitt boð, hann er nøgdur við, heldur hann fram eitt sindur afturat, so leingi hann orkar.

 

Men hann sigur, at tað verður nokk ikki við somu ferð, sum áður, og framyvir skulu havnarfólk ikki vænta at síggja hann í gongugøtuni meiri enn annanhvønn fríggjadag.

 

Men hann leggur dent á, at tað er ikki av neyð, at hann selur, tí fólk eru dúglig at keypa frá honum, og virkið hevur ongantíð gingið so væl sum nú.

 

– Eg vænti, at hetta árið verður tað besta nakrantíð, sigur Óli Johansen.