Nú eru landsroyndirnar avlýstar
Í skrivi til skúlarnar hevur Mentamálaráðið kunngjørt, at ongar landsroyndir skulu vera í ár.
Í heyst fekk Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum, heimild frá Løgtinginum til at strika landsroyndirnar í ár.
Orsøkin var, at nógvar av talgildu royndunum og landsroyndunum hava verið fongdar av tekniskum trupulleikum.
Í fjør vóru bæði undanlandsroyndirnar í januar og februar og landsroyndirnar í mai avlýstar.
Í uppskotinum, sum Rigmor Dam legði fyri tingið í heyst, bað hon um loyvi at strika landsroyndirnar inntil hon hevði havt høvi at endurskoða skipanina við landsroyndum, bæði tøkniliga og námsfrøðisliga.
Tað eru ikki allir lærarar, sum eru líka fegnir um landsroyndirnar og tí vil Rigmor Dam hava høvi til at kanna, hvørjum endamáli landsroyndirnar tæna.
Skuldi tað víst seg, at ein vil halda fast við talgildar landsroyndir, so má ein skipan gerast, sum virkar og sum kann tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið.