Nú fæst arbeiðsfriður í FSF

Forsetin í Fótbóltssambandinum, Høgni í Stórustovu, er fegin um, at tað eydnaðist at loysa málið um aðalskrivaran við einari loysn, ið allir partar halda vera ta bestu. ? Hetta skal fáa gerandisdagin aftur at virka og syrgja fyri, at nú verður arbeiðsfriður, sigur forsetin, ið er takksamur fyri, at formenninir í feløgunum traðkaðu til, tá mest stóð á.

 

? Leygardagin sendu teir greiðar ábendingar um støðuna og málið, og hetta, sum vit nú eru komnir til, er tað, sum allir partar halda vera ein fínan máta at loysa alt málið. Vit hava fingið semju um eina fráfaringaravtalu fyri aðalskrivaran, og nú skulu vit so øll royna at koma víðari.

 

Uttanhýsis ráðgevi í eitt ár

Fráfaringaravtalan merkir, at Ísak Mikladal ikki longur er starvsfólk hjá FSF, og tí heldur ikki longur hevur sítt arbeiðspláss í FSF-húsinum. Komandi árið kemur hann at virka sum uttanhýsis ráðgevi hjá Fótbóltssambandinum, tá hann millum annað skal seta komandi aðalskrivaran inn í tingini, men síðani endar alt samstarv millum partarnar.

 

Hvussu verður við at fáa sett nýggjan aðalskrivara, er ikki greitt enn, men tað verður tikið upp á fyrstkomandi starvsnevndarfundi, sum verður um smáar tvær vikur. Fyribils er Virgar Hvidbro settur aðalskrivari, og hann røkir væntandi starvið fram til FSF-aðalfundin í februar.