- Samstarvið millum kommunurnar koyrir gott, men trupulleikin er, at vit hava nakrar stórar avbjóðingar í tí fíggjarliga partinum av eldraøkinum. Tað er har at knúturin liggur.
Tað sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, í viðmerking til, at Vestmanna kommuna hevur heitt á Heilsu- og Innlendismálaráðið um at loyva kommuni úr VEKS-samstarvinum.
Borgarstjórin vísir á, at peningurin sum fylgdi við yvirtøkuni av eldraøkinum ikki hevur staðið mát við útreiðslurnar, og tí hevur verið neyðugt hjá kommununi at sjálvi gjalda 2,5 milliónir krónur aftrat til økið.
- Um hugt verður eftir íløgukarmunum, so er talan um ein triðing av øllum karminum hjá Vestmanna kommunu og umleið átta prosent av øllum inntøkunum hjá kommununi.
Ein møguleiki hjá kommununi er at søkja upptøku í samstarvinum millum Vága og Sørvágs kommunu, men tað ynskir Pauli T. Petersen ikki. Í staðin skulu vestmenningar standa á egnum beinum.
- Ynskið er at royna stýra økinum sjálvi fyri tann peningin, ið fylgdi yvirtøkuni av økinum, sigur borgarstjórin.
Neyðugt er at biða Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum, um at eftirlíka ynskinum at fara úr samstarvinum. Sjálvur hevur borgarstjórin onga hóming av, hvørja støðu hon hevur til málið.
- Tað er landsstýriskvinnan, ið góðtekur sáttmálan, og tað er landsstýriskvinnan, ið kann góðtaka eina uppsøgn av sáttmálanum. Men eg veit ikki hvat hon sigur til málið. Við hava havt onkran fund um misnøgdina, men hava ikki tosað um, at vit ynskja at fara úr samstarvinum. Men hon fekk kunningin samstundis sum hinar kommunurnar fingu hana.
Hvørjar praktiskar avleiðingar ein slík avgerð hevur fyri starvsfólk og onnur í VEKS-samstarvinum er enn ógreitt, og verður ein partur av samráðingunum um Vestmanna kommuna fær sítt ynski eftirlíka.