Seinastu árini er sponsku Seat komnir á marknaðin við rættuliga nógvum nýggjum modellum. Komandi ár er tað Seat Ibiza, sum stendur fyri tørni at vera skiftur út.
Avloysarin hjá Ibiza verður sýndur fram á bilaframsýningini í Genéve sum konseptbilurin Seat Bocanegra Concept. Talan er um ein sermerktan sportligan bil, ið líkist hinum Seat modelunum, sum eru á marknaðinum.
Tað er nýggi designstjórin hjá Seat, Luc Donkervolke, sum hevur ein fortíð hjá Lamborghini, ið hevur staðið fyri designinum.
Seat Bocanegra Concept hevur 1,4-litra TSI-motor og nýggja 7-trins DSG-girkassan hjá VW. Umframt tað hevur bilurin glastak, lágprofil hjól við dekkstøddini 235/35-19 og innbygda bluetooth-telefon og nógva aðra framkomna útgerð.
Nýggi Seat Ibiza kemur á marknaðin seinni í ár sum hatchback, og í 2009 kemur sedan útgávan.