Nýggi skansin er í Hólmanum

EB/Streymur verður roknaður at vera størsti favoritturin ídag

Uppflytararnir á Argjum eru á veg norður til Eiðis. Í fyrsta umfari endaði tað 1-1, tá ið 07 Vestur var gestur á Argjum.

EB/Streymur legði øgiliga bragdliga fyri, tá ið tað eydnaðist at vinna 3-2 ímóti B36 í fyrsta heimadystinum yvirhøvur á nýggja vøllinum í Hólmanum á Eiði.

 

EB/Streymur verður roknað at vera størsti favoritturin yvirhøvur í øðrum umfari.

-Vit vóru ógvuliga væl nøgdir við avrikið í seinna hálvleiki ímóti B36. Fyrri hálvleikur var áminning um, at tað spyrst einki burturúr, um vit ikki leggja nógv fyri og syrgja fyri stórari íløgu. Tað vóni og rokni eg við, at okkara spælarar hava við sær inn á vøllin ídag, sigur EB/Streyma venjarin Heðin Askham.

Mannfallið er framvegis stórt í EB/Streymi: Jóhannes Hansen er langtíðarskaddur, Marni Djurhuus er vøddaskaddur, Hans Pauli Samuelsen er skaddur í knænum, Arnbjørn Hansen er darvaður av skaða í hælinum, og Ari Ó. Ellingsgaard er leikbannaður.

 

Argjamenn iðraðu seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna meiri enn eitt stig ímóti 07 Vestur:

-Vit høvdu í seinna hálvleiki nógvar møguleikar at leggja okkum framum, men tað endaði 1-1. Tað ræður um at kenna sína vitjunartíð og at halda tætt í verjupartinum, sigur veteranurin í AB málinum Heðin Stenberg.

Absalon Eliasen er ivasamur, og tá ið vit frættu, vóru loyvini hjá nýggja álopsspælaranum John Tordar Poulsen ikki komin uppá pláss.