Nýggi VW Golf komin

Nýggi VW Golf, sum vit herfyri royndarkoyrdu í Týsklandi, er nú komin til landið. Bilurin fæst bæði við bensin- og dieselmotorum. Leygardagin 15. november verður hann sýndur fram í Hoyvík

VW Golf skal vera ein góð íløga. Kvaliteturin er góður, bilarnir halda leingi, og tá nýtt modell kemur á marknaðin, er eingin ivi um, at talan er um ein Golf.
Hetta hevur við sær, at bilarnir hava góðan prís sum brúktir.
Golfurin er eisini mest framleiddi bilur í søguni, hann er farin fram um Ford T og VW Bobluna, sum annars hava sett framleiðslumet. Hvønn dag verða seldir 2100 nýggir Golfar um allan heim.
Nú er hann so komin í fimtu generatión, og næsta ár verða 30 ár liðin, síðan fyrsti Golfurin kom á marknaðin í 1974. Konseptið er enn tað sama, ein hatchback við trimum ella fimm hurðum, sum er drivin av framhjólunum.
Nýggi Golfurin er longri, breiðari og hægri enn forgangarin, talan er sostatt um ein størri og rúmligari bil. Serliga aftan er betri beinpláss, og viðførisrúmið er vaksið við 20 litrum til 350 litrar.
Á trygdarøkinum kunnu vit nevna, at Golfurin nú hevur seks airbag og aktivar nakkapúturnar. Hann hevur t.d. ESP (Electronic Stabilisation Program) og HBA (Hydraulic Brake Assist) og eitt nýtt "multi link" hjólupphang aftan. Nýtt upphang framman og elektromekaniskar róðurgreiðir (Servotronic). Eisini eru nýggir motorar við beinleiðis FSI bensin-innspræning og nýggjum 5 og 6 trins girkassum.

Sýndur fram leygardagin

Í fyrstu atløgu verða fýra motorar at velja í, tveir bensin og tveir diesel. 1,4 litur bensin við 75 hk, og 1,6 litur FSI við beinleiðis bensin-innspræning og 115 hk. Síðan eru tveir TDI turbodiesel motorar, annar við 1,9 litur við 105 hk og hin 2,0 litur við 140 hk, 1,6 FSI og 2,0 TDI hava 6 trins girkassa. Allir motorarnir lúka tey strongu Euro-4 krøvini til umhvørvisvernd.
Nýggi Golfurin hevur elektromekaniska servostýringin, ið tillagar seg soleiðis, at stýringin merkist tyngri og stúttari, so hvørt sum ferðin veksur.
Hvat útgerð viðvíkur fæst bilurin í Trendline, Comfortline og Sportline.
Standardútgerðin umfatar m.a. radio við fløguspælara og seks hátalarum, fjarstýrt sentrallás, el-síðurútar, el-síðuspegl við hita, koyriteldu, og rattið kann stillast í hædd og longd. Bilurin fæst eisini við ymiskari eykaútgerð sum t.d. 2 zone Climatic, har tey ferðandi í bilinum ikki nýtast at hava sama hita í høgru og í vinstru síðu.
Leygardagin 15. november verður bilurin sýndur fram á Bilasøluni hjá Øssur Johannesen í Hoyvík, har eisini høvi verður at royndarkoyra bilin. Prísirnir byrja við 195.000 krónum.

VW Golf 1,6 FSI

Motorurin1,6 litur 4 syl. 16V FSI 115 hk

0-100 km/t10,8 sek / 6-gir

Bensinnýtsla15,6 km/l

Dekkstødd195/65-15

Stødd og vekt
Longd420,0 cm
Breidd176,0 cm
Hædd149,0 cm
Eginvekt1.150 kg
Viðførisrúm350 litrar

Prísurkr. 223.000,-

Søluumboð Bilasølan v.Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel 315354
www.audi-vw.net