? Atfinningarnar í Fregnum kennast sum ein lortabytta omanyvir høvdið, sigur rektarin á Læraraskúlanum, Pauli Nielsen í viðmerking til næmingarnar á skúlanum.
Fregnir hava samrøðu við tríggjar limir í Ráði teirra lesandi í blaðnum. Teir vilja vera við, at skúlin er tað reina kaos, tí eingir karmar eru, og reglur vera ikki fylgdar, so næmingarnir missa áhugan fyri at ganga á skúlanum. Leiðslan skal skiftast út, so skil kemur á skúlan, siga næmingarnir.
Pauli Nielsen sigur, at hann tekur ákærurnar í størsta álvara, og tí fer hann at taka málið upp á fundi við lærarar.
? Um mín stýring hevur tað við sær, at vit fáa tað mótsatta av tí, sum vit ætla, so mugu trupulleikarnir umrøðast ordiliga, sigur Pauli Nielsen um kreppufundirnar, sum hava verið á skúlanum. Tí verður støðan umrødd í næstum.
Hann finst eisini at Ráði teirra lesandi eftir álopið í Fregnum. Pauli Nielsen sigur, at Ráðið ikki hevur nýtt møguleikan at samskifta við leiðsluna, sum tað átti. Hann heldur, at ein broyting í hugburðinum seinastu árini hevur við sær, at næmingarnir ikki troyta teir møguleikar, teir hava at samskifta við leiðsluna á skúlanum.
Nýggir tankar ella kaos
? Nýggir skúlatankar eru ógvuliga provokerandi, slær Pauli Nielsen fast. Tað kann vera ein av orsøkunum til, at næmingarnir ikki finna seg til rættis á skúlanum og halda, at einki skil er á nøkrum.
Hann sigur, at hesir tankar, ið hann sum fakfólk metir vera skilabestir, skulu út í blóðið hjá næmingunum. Hansara skúlatankar eru kanska orsøk til ósemjuna, sum hevur tikið seg upp.
Pauli Nielsen sigur, at grundleggjandi munur á hugsanunum um, hvussu ein læraraskúli skal arbeiða, liggja aftanfyri ónøgdina hjá Ráði teirra lesandi. Tað er eitt stríð millum traditionella uppfatan av undirvísing og so tað, sum er neyðugt at gera á einum læraraskúla.
? Eg eri fakfólk, og eg leggi dent á tey ting, sum eg haldi vera neyðug fyri at pedagogar og lærarar skulu duga fyri at vera førir fyri at røkja sína uppgávu.
? Vitan einsamøll flytir ikki mørk. Skulu komandi lærarar vera førir fyri at arbeiða øðrvísi í skúlanum, sum lagt verður upp til í lógini, so noyðast teir at hava roynt tey tingini í verki. Soleiðis at næmingarnir kenna tær mekanismur í einum verkætlanararbeiði, ístaðin fyri at sita og lurta, at vera yvirhoyrdur ella at gera okkurt, sum tú verður biðin um.
Trongir karmar
Pauli Nielsen vísir ikki frá sær, at trupulleikar kunnu stinga seg upp. Hann nevnir, at høliviðurskiftini eru út av lagi vánalig, og tí gerast næmingar ónøgdir við viðurskiftini á skúlanum.
Ein kanning av Læraraskúlanum stendur fyri framman, og tí vil Pauli Nielsen ikki svara teimum spurningum, ið snúgva seg um fíggjarviðurskifti og eykajáttanina á Læraraskúlanum.
Næmingarnir skjóta upp, at leiðslan verður skift út. Tað liggur tó ikki fremst í huganum hjá Paula at taka seg aftur sum rektara, tí hann heldur seg ikki hava gjørt eitt vána arbeiði.