U?91 landsliðið fer mánadagin til Wales, har teir týsdagin og hósdagin skulu spæla vinardystir ímóti Wales.
Jógvan Martin Olsen hevur úttikið átjan spælarar til ferðina. Liðið eigur fyrst og fremst at vera grundað á 1983 árgangin. Men umstøðurnar hava havt við sær, at venjarin hevur valt at taka fleiri yngri spælarar enn so við til Wales.
Onkrir av teimum, sum áður hava verið á landsliðnum hjá hesum árganginum, eru givnir, og tríggir av teimum, sum undanfarin ár hava verið lyklaspælarar á hesum liðnum, hava givið avboð til ferðina niður til Wales. Talan er um Jón Róa Jacobsen og Vagnur Mohr Mortensen úr HB og um Símun Joensen úr KÍ. HB menninir skulu annað hóskvøld spæla í Europa Cup, og KÍ spælarin fer í komandi viku yvir til USA, har hann skal vera tað mesta av einum ári.
? Tað er harmuligt, at vit ikki hava allar spælararnar tøkar. Men støðan ber møguleikar við sær hjá øðrum at vísa, hvør dugur er í teimum. Tríggir av spælarunum, sum í hesi vikuni eru í NM kappingini fyri U?17 landslið í Vejle (fyrsti dysturin varð spældur í gjár, eftir at blaðið var farið til prentingar), skulu við til Wales, og so eru tað onkrir spælarar, sum ikki hava verið á landsliðnum áður, men sum í ár hava tikið seg rættuliga nógv fram, sigur Jógvan Martin Olsen, og sipar í hesum sambandi m. a. til Heina í Skorini, sum í summar er komin í 1. liðs hópin hjá B36.
Teir átjan spælararnir, sum fara til Wales, eru Pól Næs Joensen, B36, og Heini Jacobsen, VB, sum eru málverjar, og útispælararnir eru Marni Djurhuus, EB/Streymur, Atli Danielsen, KÍ, Áki L. Hansen, NSÍ, Áki Petersen, ÍF, Bjarni Jørgensen, HB, Rókur av Fløtum Jespersen, HB, Jann Ingi Petersen, B68, Kaj Ennigarð, GÍ, Hjalgrím Elttør, KÍ, Fróði Jóannesarson, NSÍ, Kári í Lágabø, VB, Sólbjørn Olsen, B36, Gilli Haraldsen, Frederikshavn, Heini í Skorini, B36, Mortan Johannesen, B36 og Rasmus Nolsøe, TB.
Ferðalagið fer úr Føroyum og til Aberdeen mánadagin. Teir skulu koyra í bussi niður til Wales. Fyrri dysturin er á skránni týsdagin, og tann seinni verður spældur hósdagin.