Nýggir vinnarar

Dartkapping var í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag um vikuskiftið, og í bæði ein- og tvímansleiki gjørdist talan um nýggjar vinnarar í mun til undanfarnu kapping

Dart


Dartárið er so smátt byrjað aftur, og um vikuskifti skipaði Dartsambandið fyri triðju einstaklingakappingini í ár. Undirtøkan var einki serlig, men teir ovastu á styrkilistanum vóru mest sum allir við, og tí var allíkavæl talan um eina spennandi kapping.

Í hálvfinalurnar komu somu fýra leikarar, sum gjørdust teri fremstu í undanfarnu kapping, men hesu ferð varð úrslitið øðrvísi. Í aðrari hálvfinaluni vann Henrik Pedersen uttan trupuleikar á Poul Poulsen. Í hinari vann Petur Grønagarð 5-3 á Remy G. Hansen. Remy var annars eitt skifti á odda 3-0. Finalan endaði við 6-4 sigri til Petur Grønagarð, sum sostatt vann sína fyrstu kapping hetta kappingarárið. Remy hevur vunnið báðar tær undanfarnu kappingarnar og var ikki heilt nøgdur við triðja plássið.


Óvæntað í tvímansleiki

Í tvímansleiki hava serliga tvey pør gjørt um seg seinastu árini: Poul Poulsen/Henrik Pedersen og Alvin Egholm/Sune Rasmussen. Hesi pørini megnaðu eisini bæði at spæla seg fram til hálvfinalurnar saman við Bjarna í Stórustovu/Chris Nielsen og Páll Dam/Remy G. Hansen.

Men hvørki av teimum annars so sigursvandu pørunum megnaði at spæla seg í finaluna. Alvin og Sune taptu móti Páll og Remy, meðan Poul og Henrik taptu 4-5 í einum sonnum gysara móti Bjarna og Chris.

Finalan bleiv eisini ein gysari. Tað var ongantíð meir enn eitt sett á muni, men at enda drógu Páll og Remy longra stráðið og vunnu 6-5. Teir vóru sum verða man fegnir um sigurin. Kanska serliga tí at tað var um reppið, at teir ruku út í fyrsta bólkaumfarinum.

Allir vinnararnir fingu heiðursmerkir og steyp frá Føroya Banka og vunnu sær samstundis fleiri týdningarmikil stig til styrkilistan.