Nýggj ferðavinnuútbúgving í Vestmanna

Komandi ár verður nýggj ferðavinnuútbúgving sett á stovn. Hon skal staðsetast á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna

Nú fer at bera til at taka eina ferðavinnútbúgving í Føroyum.

 

Í álitinum til fíggjarlógaruppskotið fyri 2017 hevur meirlutin avgjørt at seta eina milljón av til stovnsetan av einum ferðavinnuskúla í Vestmanna. Skúlin skal halda til á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, tí sum meirlutin sigur í álitinum til fíggjarlógina:

 

 

-Ásannast má, at búskaparvøksturin ikki er so týðiligur alla staðni í landinum, og meirilutin heldur tí, at ferðavinnuútbúgvingin skal setast á stovn og staðsetast á Tilfeingisskúlanum (Fiskivinnuskúlanum) í Vestmanna.