Avtalan gevur føroyskum skipum loyvi til at fiska 293 tons meiri av toski og 121 tons meiri av hýsu í Barentshavinum í ár enn í fjør. Tað svarar til ávikavist 15 og 8 prosent afturat. Upsakvotan í Barentshavinum minkar hinvegin 375 tons, so samanumtikið er talan um eina lítla hækking í føroysku botnfiskakvotuni í Barentshavinum, sigur fiskimálaráðið.
Norska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi hækkar 15 % svarandi til 1.695 tons, meðan norska botnfiskakvotan í føroyskum sjógvi minkar umleið 200 tons.
Føroyar hava í nógv ár ført fram í samráðingunum, at Føroyar ynskja broytingar í teimum treytum, sum Noreg setur, fyri at flyta fisk úr russiskum sjógvi í norskan sjógv. Sínámillum avtalan fyri 2010 gongur hesum ynski á møti. Semja er gjørd um at broyta avtaluna soleiðis, at tað gjald, sum Føroyar lata Noreg fyri yvirføring av botnfiskakvotunum úr russiskum sjógvi í norskan sjógv verður niðurlagað yvir 3 ár.
Hóast eingin strandarlandaavtala er um makrelin, eru Føroyar og Noreg samd um at halda áfram við sínámillum samstarvinum um makrel. Føroyska makrelkvotan í norskum sjógvi í 2010 verður 2.000 tons, og Noreg kann á sama hátt fiska 2.000 tons av makreli í føroyskum sjógvi.
Eisini avtalan um sínámillum atgongd eftir norðhavssild og svartkjafti, sum á fyrsta sinni varð gjørd í 2009, er endurnýggjað í avtaluni fyri 2010. Føroysk skip kunnu sambært hesari avtalu fiska 30.000 tons av norðhavssild í norskum sjógvi, og norsk skip 40.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi.