Nýggj fløga frá Yggdrasil

Yggdrasil hevur júst latið 15. úgávuna frá hondum. "Travelling" er heitið á útgávuni, sum er ein svita við 9 tættum, ið greiða á ein mýtiskan og sjamanistiskan

hátt, við hugtøkum og tónlistarligum hugmyndum frá fjarum men skyldum mentanum.

 

Tey eru skírd av ummælarum, at hava eitt unikt sound, - eitt ljóð, ið eingin annar hevur. Sjangran er djass, etniskt, folk, klassiskt og eksperimental.

 

-Ikki nógv geva sær far um tað, men Yggdrasil eigur at verða eitt hitt mest tournerandi orkestri, vit hava her á landið. Tey hava spæl eini 450-500 konsertir uttanlanda

síðani 1981, í fjarskotnum londum sum Hawaii, Bolivia, Ný Sælandi og Russlandi, greiður Tutl frá.

 

Komandi tvey árini fara tey at ferðast við "Travelling" í eitt nú USA, Canada og Bulgaria.

 

Tónleikurin er eftir Kristian Blak. Eisni eru gamlar upptøkur úr eystur Grønlandi at hoyra.

 

Tónleikarar eru: Kristian Blak (klaver), Anders Hagberg (floyta, sax. percussion), Angelika Nielsen (violin), Richard Nunns (maori trad.ljóðf.), Sharon Weiss (recorder),

Heðin Ziska Davidsen, guitar, ukulele), Mikael Blak (bass), Ajukutooq (vocal (upptøkur frá 1906))

 

Hesum boðar Tutl frá í dag.