Nýggj grundlóg stóra undirtøku

Nógv tey flestu av teimum, sum vóru á fólkaatkvøðu í Kirgisistan í gjár um eina nýggja grundlóg, tóku undir við uppskotinum. Myndugleikarnir siga, at tá 94,4 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði tað nýggja grundlógaruppskotið fingið meiri enn 90 prosent av atkvøðunum.

Bara 7,9 prosent atkvøddu ímóti uppskotinum, sigur valnevndin, sum eisini upplýsir, at valluttøkan var 65 prosent.

Fyribilsforsetin, Roza Otunbajeva, sigur við fjølmiðlarnar, at tann stóra undirtøkan fyri tí nýggja grundlógaruppskotinum er ein sigur fyri tað kirgisiska fólkið, sum vil hava fólkaræði.