Nýggj nøvn á landsliðnum

Í dag varð hópurin úttikin til fótbóltsvinardystin millum Føroyar og Ísland, og nýggj nøvn vóru at síggja í føroyska hópinum. Dysturin verður spældur 16. mars í Kópavági

Nakrir av útisetunum eru ikki tøkir til landsdystin, og eru tí ikki við hesaferð. Millum annað eru SAS-liga leikarar okkara í Danmark ikki tøkir, orsakað av, at flestir teirra gera seg klárar til SAS-liga uppstartin í næstum.


Nýggj nøvn innlimast

Nøkur nýggj nøvn eru at síggja í hesum nýggja hópinum, og millum nýggju nøvnini eru nakrir ungir og óroyndir á hesum støði.

Leikararnar, ið aftur eru komin inn í hitan aftur, eru Ingi Højsted og Mortan úr Hørg, og heilt nýggjur á A-landsliðsstøði, er Arnbjørn Hansen, ið seinastu árini hevur staði seg sera væl í EB/Streymi, eins og hann hevur verið partur av U-21 liðnum, ið fekk fleiri framúr úrslit móti so mætari fótbóltstjóð, sum til dømis Italia.

Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari segði, at hann væl kann hugsa sær at innlima nakrar av ungu leikarunum í landsliðshitan, í næstum, og so segði hann, at serliga trý nøvn ljóða sera spennandi. Hesir eru Bogi Løkin, Kristoffur Jakobsen og Ólavur í Ólavstovu.

- Hesir tríggir leikararnar, saman við Arnbyrni Hansen, hava staði seg sera væl í heimligu kappingini, eins og teir hava skarað framúr á U-21 landsliðnum. Hetta eru avgjørt nøvn, vit fara at síggja aftur í framtíðini, segði Jógvan Martin Olsen á tíðindafundinum í morgun.


Størri kapping um plássini

Jógvan Martin metir at tað fer at verða størri kapping, um hvørt einstakt pláss á landsliðnum framyvir, tí at tað eru fleiri ungir og spennandi leikarar, ið banka hart á dyrnar, fyri at koma inn í landsliðshitan.

- Teir ungu leikararnar hava vunnið sær týdningarmiklar royndir á U-21 liðnum, og áðrenn longi, fáa vit at síggja nakrar av teimum á A-landsliðnum, sigur Jógvan Martin, ið leggur afturat, at tað er av týdningi at feløgini satsa uppá egnar resursir, í staðin fyri at leita sær uttanlands eftir styrki.


Ov nógvir útlendingar

- Eg vil ikki siga at eg eri rasistur, men eg harmist øðiliga nógv yvir at síggja vaksandi talið av útlendingum í føroysku feløgunum, sigur landsliðsvenjarin, ið tekur Klaksvíkskappingina sum dømi.

- Dysturin millum B36 og NSÍ, í júst lidnu Klaksvíkskappingini, var eitt sera keðiligt dømi, um hvussu útlendingar fylla plássini, ið ungir og evnaríkir føroyskir leikarar kundu fylt. Av teimum 22 leikarunum, taldi eg heili nýggju útlendingar, og tað er ikki nøktandi, sigur landsliðsvenjarin, ið samstundis sigur seg skilja støðuna hjá liðunum.


Í boks:


Teir úttiknu eru hesir:


Jákup Mikkelsen (KÍ)

René Tórgarð (EB/Streymur)


Jóhan Troest Davidsen (NSÍ)

Mortan úr Hørg (HB)

Fróði Benjaminsen (HB)

Einar Hansen (NSÍ)

Óli Hansen (NSÍ)


Símun Samuelsen (Keflavík)

Bergur Midjord (B36)

Rókur av F. Jespersen (Fremad Amager)

Jákup á Borg (HB)

Hjalgrím Elttør (NSÍ)

Ingi Højsted (B36)

Mikkjal Thomasen (EB/Streymur)

Atli Danielsen (Frem)


Christian Høgni Jacobsen (HB)

Rógvi Jacobsen (Hødd)

Arnbjørn Hansen (EB/Streymur)