Nýggj spurnarkapping í Útvarpinum

Aftur í vetur verður spurnarkapping partur av vetrarskránni í útvarpspartinum av Kringvarpinum. Fyrsta umfarið verður nú leygarkvøldið, og síðani er ætlanin at senda hvørt vikuskiftið, til kappingin er liðug eina ferð í februar mánaði. Eins og í fjør verður kappast eftir cup-leistinum, har taparin er úti, og enn sum áður er tað Gunnar Nolsøe, sum leggur til rættis.