TAÐ kann einki verða skeivt í tí at lata uttanveltaðar búskaparfrøðingar og aðrar frøðingar gera kanningar av bæði hesum og hasum slag, um hetta má metast at gagna Føroyum og føroyingum. Ein kann siga, at tá hava vit so uppaftur fleiri kanningar at taka støðu út frá. Í løtuni fyriliggja jú fleiri slíkar kanningar frá bæði føroyskari síðu, íslendskari, danskari og heldur ikki mugu vit gloyma frágreiðingina, sum vinnumálaráðharrin bað um frá newzealendskum og amerikonksum búskaparfrøðingum.
LATIÐ okkum fáa alt á borðið, sum kann lýsa øll hesi mál meira gjølla. Tá er tað eisini av týdningi at arbeiðssetningarnir, sum antin IMF fólk ella onnur fáa, eru so breiðir og objektivir, at hetta er tilfar, sum ikki bert landsstýrið kann brúka men sum allir politiskir flokkar og annars føroyingar sum heild kunnu hava gagn av. Einki er so ringt sum at byggja dialogin um framtíðina sum uppá gitingar og hálvar kanningar og metingar.
TAÐ vil tí eisini verða rætt av landsstýrinum at fáa ein meting frá øðrum enn teimum, sum standa landsstýrinum nær, hvat ein møgulig IMF-kanning skuldi innihildið. Tað ringasta, sum kann henda er um vit frá byrjan leggja tingini skeivt upp. Tað má nú vera skyldan hjá landsstýrinum at fáa kanningar gjørdar, sum ikki hava nakað ávíst politiskt sikti. Sjálvandi skulu vit hava tilfar á borðið, sum kann greina og greiða tað mótspæl, sum vit hava fingið frá danskari síðu í samráðingunum. Hvussu rættar eru donsku metingarnar - ella hvussu skeivar eru tær. Og hvussu rættar ella skeivar eru okkara egnu metingar! So øll kort á borðið.
VIT eiga ikki at gloyma, at ein stórur meiluti av føroyingum vil størri sjálvstýri og eisini eina sjálvstøðugar Føroyar í framtíðini - innan fyri verandi ríkisfelagskap ella innan fyri eitt annað slag av ríkisfelagsskapi enn tann, sum í dag er galdandi. Spurningurin og ósemjan snýr seg m.a. um, í hvørjum tempo hetta skal vera í og hvussu karmarnir skulu síggja út.Í Leipzig økinum búgva hálv onnur millión, og øll liðini, sum teir høvdu við í kappingini, eru langt síðani send til hús, staðfestir føroyski venjarin, og tað sær út til, at tey aðra staðni í Týskalandi halda tað sama sum hann. Fyri ungu menninar verður møguliga ferðin til Køln komandi ár ein stór gularót. Tað er einki at ivast í!
Uttan mun til hvussu tað gekk seinnapartin í gjár, so kemur føroyska liðið aftur til Føroya í morgin. Semifinlurnar og finalan verða spæld í dag.
jh