Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum bjóðar tríggjar nýggjar bachelor útbúgvingar í summar. Tær eru í Jarð- og havfrøði, KT-verkfrøði og Lívfrøði Eisini verður undirvísingin skipað eftir heilt nýggjum leisti, verður sagt í tíðindaskrivi.
Í Jarð- og havfrøði útbúgvingini eru týðandi evni fyri bæði føroyska og alheims samfelagið. Dentur verður lagdur á m.a. leiting eftir olju og gassi í undirgrundini og á leiklutin, sum havið um Føroyar hevur í spurninginum um globalu veðurlagsbroytingarnar.
Útbúgvingin í KT-verkfrøði gevur eina breiða vitan um kunningar og samskiftistøkni, har dentur verður lagdur á eitt nú nútímans fjarskifti og á menning av KT-skipanum. Fyritøkur hava longu vent sær til Fróðskaparsetrið og víst áhuga fyri studentunum, sum fara at lesa KT-verkfrøði.
Í lívfrøðiútbúgvingini verður lært um tilgongdir og menning á øllum lívsstigum, heilt frá DNA í tí einstøku veruni og til veruna sjálva. Evni eru úr djóra- og plantuheiminum bæði á sjógvi og landi. Náttúra okkara liggur so mikið fjarskotin og burtur frá øðrum, at hetta á mangan hátt setir sín sermerkta dám á føroyska djóra- og plantulívið.