Í dag hevur sveinaroynd verið á Glasi og har hava níggju lærlingar fingið prógv, Talan er um tríggjar bygningssnikkarar og seks húsasmiðir
##med2##
Bygningssnikkararnir eru:
Ásla Lindbertha Sørensen í Klaksvík, sum hevur staðið í læru hjá Havnar Træsmiðju í Havn,
Fróði Klein í Saltangará, sum hevur lært hjá Snikkaravirkinum v/J. Joensen í Saltangará,
Petra Mohr Mølgaard í Sørvági, sum hevur lært hjá Vága Træsmiðju í Sandavági, men hon er ikki við á myndini.
##med3##
Húsasmiðirnir eru:
Djóni Sofus Nielsen í Havn, sum hevur staðið í læru hjá Byggivitan í Havn,
Gunnar Jákup Joensen í Kvívík, sum hevur lært hjá Muller í Kvívík
Høgni Sólsker á Eiði, sum hevur staðið í læru hjá Byggivirkinum KBH á Toftum
Jákup Trygvason í Kollafirði, sum hevur staðið í læru hjá Buli á Signabø
Jóhan Vang í Havn, sum hevur staðið í læru hjá Eysturlon í Havn
Rói Fornagarð í Hvalba, sum hevur lært hjá CS-Hús í Trongisvági