AÐALFUNDUR
Týskvøldið helt Smyril Line aðalfund á Hotel Føroyum. Umframt at leggja roknskapin fyri partaeigararnar var eisini nevndarval á skránni. Nevndarformaðurin seinastu mongu árini, Tórmóður Djurhuus tók ikki við afturvalið. Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Tórmóði um, hví hann hevur tikið hesa avgerð.
Í hansara stað varð Hans Mortensen valdur í nevndina fyri Framtaksgrunnin, sum eigur 12,5% av partapeninginum í Smyril Line. Hans Mortensen er mest kendur sum stjóri og partaeigari í SMS. Í skrivandi stund hevði hann onga viðmerking til valið.
Nevndin er nú mannað soleiðis: Hans Mortensen,Morgan Goodlad úr Hetlandi umboðandi størsta partaeigaran, Jónas Hallgrímsson, umboðandi partapeningin hjá Vestlaks og á Seyðisfirði, og Klæmint Weihe, umboðandi Tryggingarfelagið Føroyar.
Greitt er, at nýggi formaðurin verður Hans Mortensen ella Klæmint Weihe. Viðtøkurnar fyri P/F Smyril Line siga, at formaðurin skal hava fastan bústað í Føroyum, og tað gera bara teir báðir, Klæmint og Hans.
Tá Sosialurin fór til prentingar var ikki greitt, hvør teirra verður formaður.
Roknskapur
Á aðalfundi hjá Smyril Line í gjár varð roknskapurin fyri 2002 lagdur fram. Hann vísir, at felagið hevði 11,2 milliónir krónur í avlopi í fjør. Tað var nakað minni enn væntað, tí nevndin hevði roknað við, at avlopið fór at vera 15 milliónir krónur.
Smyril Line hevði í 2001 eitt yvirskot áljóðandi 21 milliónir og í 2000 vísti niðasta linja í roknskapinum eitt hall upp á 1,5 millión.