Hósdagin 16. juli lat upp nýggjur handil í Sumba við navninum Kálgarður.
Talan er um matvøruhandil, sum Eva og Laila Berg eiga og reka. Frammanundan hava Eva og Laila eisini handilin Esla á Tvøroyri.
Tá handilin lat upp hósdagin bjóðaði handilin kaffi, køkur og grillaðar pylsur, og Sumbiarkórið sang, veit Suðurrás at siga.