Tá danir skifta pengaseðlar út, skulu føroyingar eisini gera tað. Sambært lógini um pengaseðlar í Føroyum skulu føroyskir seðlar nevniliga hava sama virði og somu stødd sum teir donsku. 3. juli 2001 varð so ein nýggjur 50-krónuseðil sendur út á marknaðin, og í gjár átti tann nýggi 100-krónuseðilin tørn at sleppa niður í teir føroysku lummarnar og yvir um handilsdiskarnar.
Myndevnið framman á seðlinum er úrskurður av einum toski. Aftran fyri toskin er vatnlitamynd við evnum úr sjónum. Á baksíðuni sæst inn yvir Klaksvík, sum er ein tann týdningarmesti fiskivinnubýurin í landinum. Hetta er ein eftigerð av eini vatnliltamynd, ið Zacharias Heinesen hevur gjørt. Hann hevur eisini myndprýtt 50-krónuseðilin.
Tryggari
Tann nýggi 100-krónuseðilin er sambært danska Tjóðbankanum tryggari enn 50-krónuseðilin. Hann hevur nevniliga eina sonevnda heilmynd ella hologram, ið saman við øðrum trygdum, sum t.d. rútatráði við litskifti og vatnmerki, skulu tryggja. at føroysku pengaseðlarnar ikki verða eftirgjørdir.
Fyrstu ferð føroyskir pengaseðlar vórðu prentaðir, var fyri fimti árum síðani í danska tjóðbankanum.
Tá sum nú varð hetta gjørt sambært lóg frá 1949 um pengaseðlar í Føroyum, har tað verður álagt Tjóðbankanum at framleiða serligar føroyskar seðlar við føroyskum teksti. Á seðlunum eru tvinnar undirskriftir. Aðra eigur fíggjarmálaráðharran, og hina eigur ríkisumboðskvinnan.
Afturvendandi myndevni
Ikki fyrr enn nú er eitt og sama evnið avmyndað á øllum seðlunum, nevniliga føroysk djór. Í tveimum teimum undanfarnu útgávunum hevur forsíðan verið prýdd við súmbolum úr Føroya søgu, føroyskum vinnulívi og myndum av søguligum persónum. Á baksíðunum hava ofta landslagsmyndar verið avmyndaðar, sum hava havt eitt ávíst tilknýti til forsíðuna.
Í 1951 varð tann fyrsti føroyski seðilin ? 5-krónuseðilin ? útgivin, og síðani eru fleiri seðlar sendir á marknaðin.
Í gjár mátti so faðir skriftmálsins, V. U. Hammershaimb, lata heiðursplássið á hundraðkrónuseðlinum til ein tosk, sum skal avmynda okkara útflutningsvinnu á tí nýggja seðlinum, ið er dustgulur og 135x72 millimetrar til støddar.
Í næstum verða faldarar sendir í hvørt hús í Føroyum, sum skulu kunna fólk um nýggju seðlarnar. Tað er nevniliga meðan seðlarnir eru nýggir og enn ókendir, at vandin fyri følskum seðlum er størstur.
Enn ber tó til at brúka teir gomlu seðlarnar, men teir verða tiknir inn, so hvørt peningastovnarnir fáa teir inn um diskin. Hinir seðlarnir í røðini, 200-, 500-, og 1000 krónuseðlarnir koma væntandi, áðrenn tvey ár eru liðin.