SKÚLI
Búsetingin í Hoyvíkshaganum hevur rættiliga tikið dik á seg seinnu nógvu árini. Enn eru bara sethús bygd í økinum, men gongst sum formaðurin í mentunarnevnd Tórshavnar býráðs, Heðin Mortensen, ætlar, er fyrsta byggistig av nýggja skúlanum í Hoyvík liðugt um eini tvey ár. Mentunarnevndin í býráðnum arbeiðir víðari við teimum tankum, ið eru stungnir út í kortið og sum partarnir í málinum eru vorðnir samdir um.
- Upprunaliga uppskotið er endurskoðað og skorið væl niður. Eftir er at gera núverandi uppskot meiri nágreiniligt, soleiðis at støða kann takast til tað í býráðnum. Hetta arbeiðið skal verða liðugt 1. okt., sigur Heðin Mortensen.
Flestu skúlarnir í Tórshavnar kommunu hava verið útbygdir og umbygdir seinnu árini, men tað er rættiliga langt síðani, at nýggjur skúli varð bygdur í kommununi. Tískil er fyrimyndin til nýggja skúlan í Hoyvíkshaganum ikki so eyðsýnd. Heldur kemur íblásturin frá nútímans skúlatankum og ásetingum í nýggju fólkaskúlalógini.
- Fyrst av øllum kanna vit, hvør tørvurin er og hvørji ynski lærarar og tey, sum skulu virka í skúlanum, hava. Nýggja fólkaskúlalógin verður havd fyri eygað, til dømis ætla vit at gera størri fakumráði og felagsstovur, sum kunnu nýtast afturat skúlastovunum umframt fleiri serstovur. Hetta verður tann fyrsti skúlin í Føroyum, sum kemur at fylgja ásetingunum í fólkaskúlalógini upp so neyvt. Umhvørvið skal vera vinarligt og frítt, innan- og uttandura, og tilfarið, bygt verður úr, skal vera heilsugott. Alt verður gjøgnumhugsað væl og virðiliga, sigur Heðin Mortensen.
Skúlin skal byggjast í fýra eindum. Fyrsta eindin verður smábarnaskúli til 1. og 2. flokk og skal longu takast í nýtslu um tvey ár. Umframt er ætlanin at byggja svimjihøll, fimleikarhøll, bókasavn og annað seinni.
- Vit hava ikki tikið støðu til, um framhaldsskúli verður á skúlanum, men tað er rættiliga ivasamt, sigur Heðin Mortensen.
Skuldi tørvur verið at bygt fleiri eindir afturat teimum fýra, tá ið tær eru lidnar, verða møguleikar fyri tí.
Stór íløga
Nýggi skúlin stendur ovast á íløgulistanum á skúlaøkinum í Tórshavnar kommunu, eftir at smábarnaskúlarnir til Kommunuskúlan og til Kaldbaks eru bygdir. Men í mun til hesar seinnu, tosa vit um eina væl størri íløgu í Hoyvíkshaganum.
- Fyrr enn skúlin er liðugt projekteraður, vita vit ikki byggikostnað, men vit kunnu rokna við, at allar eindirnar fara at kosta umleið 90-100 mió. kr. Hetta er ein ógvuliga stór íløga, men vit sleppa ikki undan henni, tí tilflytingin til kommununa er so stór, sigur Heðin Mortensen.
Tíðarætlanin er ikki klár, men formaðurin í mentunarnevndini roknar við, at um eini fimm ár eiga allar eindirnar at verða lidnar.
Farið verður eisini undir at byggja barnaskúla afturat í Kaldbak í næstum. Tekningarnar eru lidnar, klárt er at fara undir arbeiðið og pengar eru til endamálið..