Nýggjur varaleiðari Í Føroya Sparikassa

Stjórnin í Føroya Sparikassa hevur tilnevnt Eyðun Mørkøre í Havn til varaleiðara fyri deild Tórshavn, tvs. deildir Sparikassans í miðstaðarøkinum.

Stjórnin í Føroya Sparikassa hevur tilnevnt Eyðun Mørkøre í Havn til varaleiðara fyri deild Tórshavn, tvs. deildir Sparikassans í miðstaðarøkinum.
Eyðun er klaksvíkingur, sonur Ellu, f. Kallsberg, og Esmar Mørkøre. Hann er útbúgvin bankaassistentur í Føroya Banka í 1994, men hann
byrjaði sama árið í Føroya Sparikassa. Fyrst var hann á deildini á Eiði,
og síðani gekk leiðin á Innheintingardeildina, Privatlánsdeildina og
Vinnulívsdeildina, sum tá var partur av deild Tórshavn.
Í desember 1999 var Eyðun settur sum leiðari av privatlánsdeildini í
Tórshavn, og hann heldur fram í hesum starvi eftir tilnevningina til
varaleiðara fyri deild Tórshavn.
Eyðun tók finansiel videreuddannelse í 1997, og í juni 2003 tók hann
Finansakademiprógvið á Finanssektorens Uddannelsescenter.
Eyðun er 32 ára gamal, hann hevur búð í Havn síðan 1996 og er giftur við Guri, f. Hansen, úr Klaksvík, og tey eiga ein son.