Nýggur tingmaður fær nú eisini álitisstarv

Tað er nú greitt, at Bjarni Kárason Petersen, sum hevur tikið sætið á tingi fyri Framsókn, fær nú eisini ein nevndarsess. Hann er komin á ting eftir at Hanna Jensen tók sætið sum landsstýriskvinna í undirvísingarmálum.

 

Hanna Jensen var forkvinna í Mentanarnevndini hjá Løgtinginum, men nú yvirtekur Bjarni Kárason Petersen sessin í Mentanarnevndini, men um hann eisini verður formaður, hevur hann ong viðmerking til. Samstundis verður hann eisini varalimur í Rættarnevndini og í Uttanlandsnevndini.

 

Samstundis skifta tey bæði Javnaðarfólkini um nevndarsess. Rigmor Dam, sum hevur verið limur í Trivnaðarnevndini, verður nú limur í Mentanarnevndini ístaðin fyri Jónleif Johnnesen, og hon verður eisini varalimur í Uttanlandsnevndini – men afturfyri tekur Jónleif Johannsen  so sætið sætið í Trivnaðarnevndini fyri Rigmor Dam.