Nógv dýrari at tryggja fjallfólk

Fólk, sum fáa skaða á fjalli, fáa nú størri endurgjald enn áður, men afturfyri er tryggingargjaldið hækkað nógv.

Fram til 1. januar í ár rindaðu hagastýrini í ognarhagunum 450 krónur um árið í trygging fyri fjallfólkið. Men so lætt sleppa tey ikki longur.

Sosialurin skrivar, at á nýggjárinum kom nýggj lóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða. Henda lóg hevði við sær, at tey, sum fáa skaða á fjalli, fáa væl størri endurgjald.

Samstundis er inngjaldið fyri tryggingina farið upp. Nú rinda hagarnir við hagastýrum 450 krónur fyri mørkina, og minsta gjaldið er 750 krónur.

Er talan um bónda, sum tryggjar sítt virksemi, rindar hesin fyri egnan persón og tey fólk, sum hann setir í starv. Gjaldið er 2650 krónur fyri fulltíðarstarv, svarandi til 1800 tímar um árið. Hann ger upp eina ferð um árið, hvussu nógvar tímar, hann hevur havt í tænastu í sínum virksemi.

Petur Andreasen, sum er formaður í hagastýrinum fyri Stranda haga á Borðoynni, sigur við Sosialin, at hann er ørkymlaður av hækkaðu tryggingini. Í fyrsta umfari sýtti hann fyri at gjalda so nógv. Hann vildi tó ikki lata standa til og hevu gjørt avtalu við Tryggingarfelagið, og sambært hesum krevur tryggingin peningin frá hagastýrinum, um skaði hendir. Stranda hagi er sjey merkur, og tað merkir, at gjaldið er farið úr 450 krónum upp í 3150 krónur.

- Hatta fer als ikki at bera til hjá nógvum hagum í Føroyum. Hagarnir, sum ikki selja haruhaga, hava onga inntøku, men inntøkurnar eru høgar til stik, pelar og heilivág, sigur Petur Andreasen við Sosialin.