Nógv er nýtt á Tvøroyri

B36 er manningarliga so væl fyri, sum meistararnir ikki hava verið fyrr í ár

Meistararnir í B36 eru á Tvøroyri og fyrireika seg til avbjóðingina við Stórá í Trongisvági seinnapartin. Nú teir eru manningarliga so væl fyri sum ongantíð fyrr í ár, var tað tunga avgerðin hjá venjaranum at lata fleiri av teimum, sum hava spælt nógv higartil í ár, vera eftir í høvuðsstaðnum, tí tað ikki er pláss fyri øllum á dómaraseðlinum.

 

-Vit eru betri fyri, enn vit hava verið fyrr í ár. Í løtuni hugsa vit ikki um at endurvinna FM. Tað snýr seg um at vinna so nógv stig, sum tað ber til, og so fáa vit at síggja, hvussu langt vit røkka. Tvær tær fyrstu avbjóðingarnar eru rættiliga stórar, tí vit skulu til Tvøroyrar nú, og á ólavsøku skulu vit spæla ímóti Víkingi, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.

Tórður Thomsen er tøkur aftur, og nú er tað opin kapping millum Trygva Askham og Tórð um plássið millum stólparnar.

 

TB og Sigfríður Clementsen hava fyrireikað seg væl til avbjóðingina, sum er at sleppa undan niðurflyting. Fimm úr bólkinum nýtt og gott gamalt eru lagstir aftrat í summarsteðginum umframt teir báðar ungu HB spælararnar, ið vóru við síðstu umførini fyri summarsteðgin. Harvið er størri kapping um plássini og størri intensitetur í venjingunum.

 

Hervé Dinb Din er farin av landinum, og nýggir á listanum eru Casper Radza, Poul Ingason, Hanus Mortensen, Heine Mortensen og Aron Sørensen.