Nógv kommunalt virksemi í Hvalvík

Nýggjar vatnbrunnar, størri bryggjupláss, nýggja útstykking, barnagarð, ellisheim og størri kirkjugarð eru nøkur av málunum, Hvalvíkar Kommuna arbeiðir við í løtuni

Hvalvík:Nýggj vatngoymsla fyri 600.000,- krónur verður gjørd í Hvalvík. Talan er um tveir brunnar umframt nýggja veiting, sum verður bundin í vatnveitingina, sum fyri nøkrum árum síðan varð løgd nýggj um alla bygdina.

Heðin Zachriasen, bygdarráðsformaður í Hvalvíkar Kommunu, sigur, at á íløgujáttanini fyri komandi ár er eisini reinsiannlegg við stráluviðgerð. At tað ikki verður gjørt beinanveg kemst av, sigur Heðin Zachariasen, at kommunan heldur seg til ta íløgukvotu, sum ásett er. Hon er upp á 1,2 millión krónur í ár.

Av øðrum nýíløgum í ár eru settar 450.000,- krónur til víðkan av kirkjugarðinum í Hvalvík. Hann er vorðin ov lítil, og kommunan hevur keypt lendi við síðuna av verandi kirkjugarði, og projekteringin er í gongd.

Millum gamla og nýggja havnarlagið í Hvalvík verður í løtuni arbeitt við at fáa meira bryggjupláss til virksemið, sum er á havnarlagnum.

Talan er um eitt øki, sum hevur ligið ónýtt, men sum fyri lítlan penga kann fáast til nyttu, sigur bygdarráðsformaðurin. Økið, sum hevur verið umleið ein metur hægri enn bryggjan, verður slættað og asfalterað. Hetta arbeiðið verður goldið av viðlíkahaldskontoini hjá kommununi, sigur Heðin Zachariasen, bygdarráðsformaður.

Á havnarøkinum heldur alistøðin Sílaaling til. Teir hava ringar liggjandi undir Veðranesi, men bátar og annað tilfar í Hvalvík. Teir fara millum annað at fáa nyttu úr nýggja økinum, heldur bygdarráðsformaðurin.

Eisini í teimum báðum stóru bygningunum á nýggja havnarlagnum er væl av virksemi.

Norska fóðurfyritøkan Skretting hevur fóðurgoymslu í nýggja, niðara bygninginum.

Tann ovara bygningin, tann bláa, sum sagt verður, leigar kommunan út til Landsverkfrøðingin og IRF. Landsverkfrøðingurin leigar tveir triðingar av bygninginum til at goyma salt og grús í. Hetta er slíkt, sum brúkt verður at koyra á vegirnar í hálku.

Hin triðingin leigar IRF til at goyma stóru fóður- og saltsekkirnar, sum koma til brennistøðina. Brennivirðið í teimum er so stórt, at støðin stutt sagt ikki klárar at brenna undan. Eitt tons av hesum sekkum tekur seks ferðir so langa tíð at brenna, sum eitt tons av vanligum húsarhaldsruski. Hesir stóru sekkirnir verða tí skildir frá og buntaðir í Hvalvík, haðani teir so verða sendir av landinum til endurnýtslu. Tað arbeiðir ein maður burtur av við hesum, sigur heðin Zachariasen.

Komandi ár er íløguætlanin hjá Hvalvíkar Kommunu eisini sett til 1,2 millión. Har verður, sum sagt, vatnreinsiverkið við, umframt at víðkan av havnini stendur fyri. Eisini er útstykking í báðum bygdunum, Hvalvík og Streymnesi, við á komandi fíggjarætlan hjá Hvalvíkar Kommunu. Men hetta eru mál, sum eitt nýtt bygdarráð fer at avgreiða, sigur bygdarráðsformaðurin.

Hvalvíkar Kommuna hevur kommunala dagrøkt. Í fjør varð barnatalið í skipanini hækkað við 50 prosentum úr 20 upp til 30 børn. Kommunan kannar í løtuni møguleikan fyri at fáa barnagarð í staðin fyri dagrøktina. Finnast skal millum annað út av, hvat tað kostar í mun til verandi skipan. Avgerð verður tikin í málinum í ár.

Í hinum endanum verður arbeitt við ellisheimi. Hvalvíkar Kommuna arbeiðir saman við Hósvíkar- Haldarsvíkar- og Sunda Kommunum um bygging av ellisheimi, sigur Heðin Zachariasen, bygdarráðsformaður í Hvalvík. Komið er væl áleiðis við málinum. Semja er um, at ellisheimið skal liggja í Streymnesi. Í Bygginevndini sita Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík, Heðin Zachariasen, bygdarráðsformaður í Hvalvík og Kristian Rasmussen frá Almanna- og Heilsumálastýrinum.

Heðin Zachariasen sigur, at tað, ið nú verður bíða eftir, er at fáa at vita, hvssu stórur parturin hjá Landsstýrinum verður av byggikostnaðinum. Tey vita av, at gamla skipanin við 10 og 90 prosentum ikki er til meira. Men tey hava valt at vera varin og ikki gera nakað, fyrr enn alt er komið 100 prosent upp á pláss, sigur hann.

Nýggja bygdarráðið, sum valt verður í heyst, fær góðar umstøður at arbeiða undir, sigur Heðin Zachariasen. Fíggjarligu umstøðurnar eru batnaðar heilt munandi hetta seinasta skeiðið. Kommuna hevur goldið næstan sjey milliónir av kommunalari skuld hesi árini. Í dag er skuldin eina hálva álíkning.

Heðin Zachariasen sigur, at teir hava samráðingar við peningastovnarnar um fígging av verandi skuld. Hvalvíkar Kommuna ætlar at greiða síni viðurskifti sjálv, sigur hann, og fer ikki upp í nakra felagspulju.