Í amerikanska statinum Florida kunnu veiðimenn skjóta í mesta lagi tveir alligatorar um árið, men nú umhugsa myndugleikarnir at loyva veiðimonnunum at skjóta fleiri. Kanningar vísa, at alligatorarnir eru nørdir nógv tey seinastu árini, og hildið verður, at nú eru umleið ein millión alligatorar í Florida. Tað halda myndugleikarnir vera í meira lagi, og tí hava teir nú skotið upp at økja ta árligu kvotuna hjá veiðimonnunum. Í seinastuni hava alligatorar beint fyri trimum fólkum í Florida, men myndugleikarnir leggja dent á, at uppskotið um at skjóta fleiri djór hevur ikki samband teir tríggjar tilburðirnar.