Nógvir rúsevnisbrúkarar í rættin

Vit kunnu gera Føroyar púra fríar fyri rúsevni var yvirskriftin á høvuðssøguni í Sosialinum millum jól og nýggjar. Tað var Julian Thomsen, tollari, sum eftirlýsti, at meiri bleiv gjørt við at kanna ferðafólk og post, sum kom til Føroya.

 

TAKS boðaði fyrst í desembur frá, at tollararnir høvdu lagt hald á 23 kilo av rúsevnum í fjør, sum er fýra ferðir so nógv sum í fyrraárið. Talan er fyri tað mesta um hassj, men sterkari rúsevni verða eisini innflutt í vaksandi mongdum.

 

Fyrr í dag stóð at lesa á netmiðlunum, at LSD í frímerkjaformi nú er í umferð.

 

Um kagað verður í rættarlistan fyri komandi tvær vikurnar sæst eisini, at nógvir føroyingar verða tiknir og ákærdir fyri brot á lógina um rúsandi evni.

 

Næstu vikuna skulu 11 persónar møta í Føroya rætti, ákærdir fyri at nýta ólóglig rúsevni.

 

Hagtølini hjá løgregluni vísa eisini, at hetta er ein vaksandi trupulleiki. Árini 2008 til 2011 lá talið á brotum á lógina um rúsandi evni um tey 50 brotini um árið, men so fór talið at veksa og í 2015 og 2016 vóru ávikavist 107 og 100 brot skrásett. At talið á rúsevnum, sum hald er lagt á frá 2016 til 2017 ger eisini, at væntandi eru nógv fleiri eisini ákærd í slíkum málum í 2017 enn árini frammanundan.