Nú hava 15 heilsuhjálparar fingið prógv

 Í gjár fingu fimtan nýggir heilsuhjálparar prógv á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy. At vera heilsuhjálpari er næstan eitt kvinnustarv burtur av, tí tað er tað eru ógvuliga sjáldan, at mannfólk leita sær inn á hesa útbúgvingina, og hesa ferð er bara talan um eitt mannfólk, sum fær prógv.

 

Aftara rað frá vinstu eru tær, Judith Lisberg Leirvík, Beinta Mohr Fuglafjørður, Beinta Simonsen Vatnsoyrar, Turid Andreasen Miðvágur, Eimee Mohr Toftir, Martha Petersen Froðba, Maria Kristina Johansen Sandavágur og Sólvá Syderbø Anthoniusen Klaksvík.

 

Fremra tað frá vinstru eru tey May-britt Hansen Leirvík, Asta Jenni Bára Sørensen Vágur, Annika Siri Nicolajsen Skopun, Jógvan Sakarias Midjord, Glyvrar, Beinta Thorleifsson Fuglafjørður, Dania Elin Noomi Eyðunsson Vágur og Elisa Kvilt Lindberg Tórshavn.