Tá ið vit aftur og aftur hoyra, at Føroyar eru eitt tað ríkasta landið í verðini, fær Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, ringa samvitsku.
Hann vísir á, at samstundis, sum vit eru so rík, sum vit eru, fáa vit yvir 600 milliónir í ríkisveiting úr Danmark. Og tá ið hann so samstundis hugsar um, hvussu lítið við lata teimum fátæku, fær hann ringa samvitsku.
Tí heldur hann, at stundin er komin til at vit fara undir at lækka ríkisveitingina úr Danmark. Hann heldur, at tað skal vera ein varislig tilgongd so at tað ikki slær botnin undan býskapinum.
Og hann hevur betri álit á, at tað fer at eydnast at gera tað saman við Sambandsflokkinum og Miðflokkinum, enn saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, sum altíð »hava lyndi til at brúka pengarnar skjótari enn øll onnur«, sum hann tók til.
Hann sigur, at vit eru so rík, at stundin er komin, at vit kunnu prógvað fyri okkum sjálvum, at vit kunnu standa á egnum beinum. Nú er stundin komin, at vit viðurkenna fyri okkum sjálvum, at vit klára okkum sjálvum.
Vit eru eitt so ríkt land, at vit eiga ikki at taka ímóti pengum frá øðrum londum til at fíggja okkara egnu vælferð og tað ber væl til at niðurlagað ríkisveitingina upp á nøkur ár. Og vit eisini at hava styrki til at hjálpa øðrum meiri enn vit gera, heldur Jákup Mikkelsen
Hann heldur, at tað er bara ein spurningur um, hvussu vit skipa okkara samfelag og ikki brúka óneyðugar pengar. Eitt nú heldur hann, at ein avgerandi spurningur er at fáa ein fríhandilssáttmála við ES.
Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri tjóðveldi er næstan rørdur av at hoyra ein fólkafloksmann tala fyri at minka um ríkisveitingina tí tað var ikki gamalt. Og eisini Ruth Vang úr Framsókn fegnast um støðuna hjá Jákupi Mikkelsen. Men hon heldur, at vit skulu fara ov bragdliga til verka, men at lækka ríkisveitingina nakrar milliónir um árið.
Tað gjørdi floksfelagir í Fólkaflokkinum eisini. Men ein, sum ikki var heilt so fegin, var Edvá Jacobsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin. Hon vil hava at vita, hvør skal fíggja romantikkin hjá Fólkaflokkinum og tí vil hon síggja eina fíggjarlóg, har ríkisveitingin er burtur. Og hon spyr, hvør tað er, sum skal spara og hvørji avgjøld skulu hækkast.
Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, heldur, at fyrsta treyt fyri at lækka ríkisveitingina, er at hava ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, og tað heldur hann ikki, at hendan samgongan hevur, tí hon hevur økt útreiðslurnar munandi og hevur minkað inntøkurnar munandi og við hesari gongdini er tað ikki ábyrgdarfult at lækka ríkisveitingina, heldur hann.