Nú koma tey stóru ferðamannaskipini

Tey mongu ferðamannaskipini, sum koma til Føroya á hvørjum ári, eru ein partur av okkara ferðavinnu, ið vit ikki eiga at undirmeta. Vit eiga at gera alt fyri at fáa enn fleiri av hesum skipum til landið.

HETTA er tann tíðin, tá stóru ferðamannaskipini leggja leiðina til Føroya. Sum so er einki nýtt í hesum, tí ferðamannskip hava vitjað í Føroyum á nærum hvørjum sumri langt langt aftur í tíðina.


MEN alt broytist og so er eisini við hesum. Skipini gerast fleiri og størri, og hetta merkist so eisini her hjá okkum. Nú skal ein ikki gera alt upp í pengum, men tað er ein veruleiki, at ferðamannaskipini, geva sítt íkast til samfelagshúsarhaldið, um ikki talan er um so nógv kortini. Men tó eiga vit ikki at undirmeta týdningin hesi ferðamannaskipini hava fyri landið.


EITT er tað, at Tórshavnar Havn, har tey flestu skipini koma, fær væl av inntøkum frá hesum skipum. Annað er, at mongu ferðafólkini, sum fara í land, leggja eisini nakað eftir seg hjá handlum og fyritakssemi sum heild. Mong fólk í landi skulu til at taka sær av hesum ferðafólkunum, og ein má siga, at her er bygd upp ein ekspertisa, sum vit ikki eiga at undirmeta heldur. Fólk innan ymisk yrki hava bygt upp drúgvar royndir, og tað er greitt, at tess betur hesi fólk gera sítt arbeiði, tess størri týdning fáa hesar vitjanir fyri okkum sum ferðamannaland.


TAÐ hevur nógv at siga, at væl er skipað fyri og at alt gongur, sum tað eigur. Vit hava varhugan av, at vit her eru sera væl fyri, tí talan er um fólk, sum duga væl at skipa fyri. Sum nakað nýtt verður nú eisini farið umborð á stóru ferðamannaskipini við tænastuveitingum, og dømi um, at hetta riggar væl, var tá stóra ferðamannskipið Crystal Symphony legði til bryggju í Havn í vikuni. Kunningarstovan og Føroya Banki høvdu fólk á staðnum, og hetta gav bæði ein internationalan og professionellan dám. Nakað, sum vit føroyingar ikki eiga at undirmeta heldur, nú vit so fegin vilja hava fleiri ferðafólk henda vegin.


TAÐ er greitt, at hesi stóru ferðamannaskipini leggja nakað eftir seg, tá hugsað verður um, at ikki færri enn 24 av hesum skipum koma til Føroya um árið. Éisini er hetta eitt slag av ferðamannavinnu, sum kostar okkum lítið. Her skulu ikki gerast íløgur ella stórvegis hávi burtur úr. Tað koyrir bara. Men okkara partur má so ikki liggja eftir, og tað ger hann heldur ikki. Veðrið kunnu vit so einki gera við. Eingin ivi er um, at tað verður gjørt nógv fyri at fáa enn fleiri skip henda vegin. Slík marknaðarføring er gull verd, og tí eiga bæði myndugleikar og ferðavinnan sum heild at taka saman hendur fyri at fáa so mong ferðamannaskip til landið, sum til ber. Áhugavert kundi annars verið at sæð roknistykkið yvir, hvat t.d. tey 24 skipini og ferðafólkini leggja eftir seg í Føroyum í ár, og hvørja ávirkan hetta hevur á búskapin.